Skip to main content

Kiva Fine Art


Pat Thurman stendur fyri gallarínum Kiva Fine Art, sum í miðbýnum í Santa Fe sýnir fram upprunaamerikanska, indianska, myndlist. Sangkvinnan Paula Rhae McDonald egir gallaríið. Indianska navnið er margtýtt og merkir í hesum føri savningarstaður, sigur Pat. Hon vísir á tríggjar týðandi listamenn, ið samstundis eru teir mest eftirspurdu her um leiðir. Fyrst og fremst Sherwood Begaye, omanfyri, sum er av Navajo og Hopi uppruna og hevur lisið á the Institute of American Indian Art í Santa Fe. Begaye er bara umboðaður á hesum gallaríi.



Mest eftirspurdi er tó David K. John, omanfyri, sum vaks upp hjá abbanum og har lærdi søgur og mentan hjá upprunafólkinum á hesu leiðum. John hevur fingið nógvar almennar uppgávur og hevur vunnið virðislønir á the Intertribal Ceremonial í Gallup og á the Santa Fe Indian Market.



Mest áhugaverdan helt eg Michael Horse vera. Hann uppgevur føðistaðin at vera í nánda av Tucson og er av Yaqui, Zuni og Mescalero Apache ætt. Horse ger prýðislutir, prent og málningar og fer ikki av vegnum at gera uppreistur og tala søk teirra kúgaðu í Los Angeles, har hann arbeiðir sum listamaður og sjónleikari í sjónvarpsrøðum sum Twin Peaks og North of 60. Serliga spennandi eru prent og tekningar, hann hevur gjørt á gomul kort, gamlar avísir og gomul sangbløð. Indiánarin Horse, sum hevur verið stand in í John Wayne filmum, hevur sýnt fram í Bonwit Teller í New York, The Smithsonian í Washingtonn D.C., Heard Museum í Los Angeles og the Autry Museum of Western Heritage í Los Angeles.