Skip to main content

Knæfall í Santa Fe


Ikki hevði eg vænta at eg skuldi gera eitt knæfall í eini katólskari kirkju í Santa Fe í morgun. Men so varð. Vit høvdu gjørt av at fara í kirkju at minnast nine eleven ellinta september fyri tíggju árum síðani.



Guðstænastan í The Chatedral Basilica of St. Francis of Assisi var litrík og livandi. Michael J. Sheehan, erkibiskupur, leiddi guðstænastuna og helt ein góða gerandisprædiku, sum við støði í hendingunum í Twin Towers og aðrastaðni í USA fyri tíggju árum síðani, snúði seg um semjing og fyrigeving. Semjing fram um alt.




Tøgn var ein løtu at minnast tey falnu ellinta september fyri tíggju árum síðani og bønin hjá Sankta Frans, ella San Francisco á spanskum, varð lisin í felag á enskum og spanskum. Nógv ung sungu og spældu á báðum málum og latíni, sum siður enn er í katólsku kirkjuni.



Gerandismerkta prædikan hjá Sheehan, erkibiskuppi, fekk eina aðra dimensjón, tá hann fór at tala um upprunafólki, amerikansku indiánararnar, og bjóðaði teimum at taka ein Buffalo dans fyri altarinum í kirkjuni, sum helst stendur ovast á søguliga katólska stiganum í USA. Teirra millum var 13 ára gamla Mirdicia, ið sæst aftast í bláum kirtili á niðru myndini omanfyri. Eg varð sum sligin á nevið at hoyra og síggja winter dancers úr Santa Clara tjanta og trumma fram gjøgnum alla meinigheitina, runt fyri altarinum og út aftur. Ja, einu løtuni bleiktraði The Mission á innara løriftinum. Hetta var semjing og fyrigeving, sum vildi nakað. - Viva la Fiesta, vóru seinastu orðini hjá erkibiskuppi.



Í kirkjutúninum hitti eg Mirdaciu, pápa og ommu hennara. Tey eru úr vetrarættini í Santa Clara indiánarabygdini, ella pueblo. Omman, Jody Folwell, sum eisini er í ætt við Maorifólkið á Nýsælandi, er listafólk og hevur keramikkverkstað í Espanola. Og so komu erkibiskuppur og øll hansara hirðfólk í túnið at heilsa uppá kirkjufólkið nú Fiesta var í Santa Fe.






Og sanniliga kom hann til mín eisini, erkibiskuppur Michael J. Sheehan. Hann spurdi hvaðani vit vóru og ynskti okkum góða ferð. - Go in peace, sum kirkjuliðið eisini fekk høvið at siga hart við øll, og taka í hondina á teimum, sum vóru frammanfyri og aftanfyri, innan farið var úr kirkjuni.




Eftir hetta katólska knæfall, má eg sanna at mann skuldi gingið oftari í kirkju. Og ikki bara í útlondum. Og ikki bara í teirri katólsku. Sum Tvørámaðurin segði: - Tað er jú sama reiðarí!