30.9.11

Korvettflotin rullar




Í Big Sur rendu vit okkum ein heilan flota av Corvettum. Tað er amerikanski sportsbilurin, sum Chevrolet hevur gjørt síðani 1953 og sum er kallaður eftir smidliga herskipinum korvett. Nøkur ár kallaðist bilurin tó so mikið sum Chevrolet Corvette Stingray. Bilaverksmiðjan er í Bowling Green í Kentucky og har er eisini The National Corvette Museum, sum fylgir við øllum Corvettum og skipar fyri limatiltøkum. Henda dag koyrdu 35 teirra framvið Kyrrahavsstrondini eftir Highway One úr San Francisco til Los Angeles. Teirra millum eru Diane og James Sommars, sum er formaður í felagnum Corvettes of Temecula Valley.


Mest sermerkti Corvettebilurin henda dag var hann hjá Ken Albers, sum til dagligt er landmátari, men eisini Corvettemaður burturav. Bringuskeltið sigur life time member í National Corvette Museum. Bilurin er ein hvítur sjeyliturs Z06 frá 2008, sum kanadiski kappkoyrarin Ron Fellows hevur sniðgivið.





Oman á stóra V8 motorin hava allir arbeiðsmenninir á bilaverksmiðjuni skrivað navnið. 300 bilar eru til av hesum slagi. Unn og Sólrun lurta og hyggja forvitnar, meðan Ken Albers greiðir frá.



Reyði grannabilurin í Corvettefylginum vil eisini sleppa at vísa signeraða motorin fyri okkum. Terje hyggur langtandi at stóra V8 seksliturs motorinum.