Skip to main content

Løggan bjargaði okkum kvøldinum


Tænastusinnaða løgreglan í Amarillo bjargaði okkum kvøldinum.  Ein vónleysur taxasjafførur, ið hevði fest allar jarðiskar vónir, eisini hana hjá rakiknívinum, til ta himalsku, vildi vísa okkum bestu matstøð og lívið annars í býnum, men hann hostaði og snøvlaði so illa, at hann var ikki til at skilja. Hann setti okkum av í eini gøtu, har einki av tí, hann hevði lovað var at finna. Vit gingu oman og niðan gøtuna og, undarligt nokk, var júst ein taxabilur tøkur í allari gøtuni, tá vit komu til ta niðurstøðu, at her var einki at finna, og tað var hin sami vit høvdu koyrt við frammanundan. Gamaní, fyri nýggja rokning, tí hann savnaði jú ikki skattir í himni, koyrdi hann okkum til ein annan part av býnum. Komin fram fóru vit úr bilinum og møttu eini rúgvi av fólki, sum høvdu verið til býarinnar størsta barbecue við tónleiki og undirhaldi. Og einki hevði taxasjafførurin sagt. Innan vit trampaðu í turru jørðina, so rokið stóð frá í kvøldarhitanum, stóðu tveir løgreglumenn av spanskum uppruna framman fyri okkum. Sum teir góðu menniskjakennarar teir vóru, spurdu teir um vit leitaðu eftir einum matstaði. Jú, tað gjørdu vit. Eftir teirra vegleiðing endaðu vit á besta matstaðnum í býnum, italsku matstovuni hjá Eddi og teimum, Napoli's, sum fyrrárið vann virðisløn í Amarillio. Matstovueigarin og tænarin, ið báðir gingu okkum til handa, greiddu frá hví Amarillo var so kendur býur í sangum og amerikansku tilvitskuni. Bæði Tony Christie og George Strait syngja um býin. - Tað er tí at her møtast allir vegir, tí býurin er mitt á leiðini, tvørturum um USA. Her er gamli vegurin, Route 66, hin nýggjari høvuðsvegurin I-40 og fleiri flogvallir. Her møtast allar farleiðir hjá amerikanarum, søgdu teir báðir á italsku matstovuni.