8.9.11

Morgun í Austin



Útsýnið av hotellinum í Austin í morgun var tveir rútavaskarar sum tóktust dingla í leysum lofti. Um hornið á ovastu hæddini var triði lagsbróðurin, útgjørdur við sápuspann og kusti. Eitt-tvey-trý-hundrað, so høvdu teir vaskað allan galvin. Í okkara smálandaeygum eitt afturvendandi tema í USA: smámaðurin móti allari yvirvøld. Stig fyri stig og við røttu útgerðini vinnur smámaðurin onkuntíð. Kanska er hetta kjarnin í amerikanska dreyminum. Ikki veruleikanum, men dreyminum.