Skip to main content

My moment of Zen


My moment of Zen, tykist lundin at siga, har hann stendur á einum beini við sild í nevinum á permuni á blaðnum hjá Atlantsflogi. Og tann løtan upprennur bara einaferð. Tað er tá ið føroyingar seta seg afturá í stólinum hjá Atlantsflogi at flúgva ein veg - út av landinum og við einum Bloody Mary í hondini. Tá eru sambandsfólk og loysingarfólk samd og eins. Vit vilja øll tað sama. Vit vilja út.




Beint um hornið á lufthavnshotellinum á Amager, funnu vit matstovuna Al Pacone, sum borðreiddi við saltfiski og búffi. Jógvan møtti okkum og vit fingu eina avbera góða máltíð. Nú er morgunmaturin farin niður um og uttan bøkur fara vit víðari við flogfarinum til Frankfurt.