Skip to main content

Norðureftir


Úr Death Valley koyrdu vit frá morgunstundini norðureftir. Fyrst rendu vit okkum í eitt týskt Harley Davidson ferðalið við eitt søguligt boraxnám dygst við Furnace Creek.


Turt og heitt er gjøgnum allan dalin, sum er ein state park. Ravnar og aðrir fuglar eru spælandi naskir á hvørjum parkeringsplássi.


Josvatrø eru summstaðni tøtt og eitt gott myndaveni í øllum hitanum, ikki minst tá ein Fanta ger allan munin í turkinum.



Og so koyra vit móti hægstu fjøllum í USA, tá Alaska ikki verður talt við. Allar hægsta er Mount Whitney, sum er 4421 metrar høgt og sæst eina góða løtu av øllum vegum vit koyra eftir.


So koma vit norður til Mammoth Lakes, har kavin fellir um fjúrtan dagar og staðurin tískil er ein vetrar- og skístaður burturav, serliga hjá fólki úr Los Angeles og San Diego. Men summrarnar eru tað ferðafólk úr Evropa, ið vitja staðin, har 7000 fólk búgva. Vit skriva okkum inn á Shilo hotellið, har tey longu minna á vandan við kava.



Eftir at hava skrivað okkum inn á hotellið í Mammoth Lakes eta vit ein serstakliga góðan bita á Slocum's matstovuni, har tænarin gevur okkum eina góða frágreiðing um lokalt ølbryggj.