Skip to main content

Regn og aftur regn


Púra óvæntað rendu vit okkum í regn í dag. Heglingsæl og torusláttur í amerikanska hitanum, sum nú bleiv kuldi, tað høvdu vit ikki væntað. Eins og allir aðrir gestir í Grand Canyon vóru vit á kroppi og leitaðu aftur í bilin at hita okkum og so heim at skifta. Og heimkomin sigur myndatólið Error99 og hevur púra givið upp andan. Romantiskar sólsetursmyndir av El Tovar vera neyvan til nakað. Men tað er ikki so nógv at gera við tað. Skulu vit aftur leita í poppsangirnar, sum vit so ofta hava gjørt á túrinum, so er er støðan onkustaðni mitt millum Travis Why Does It Always Rain On Me og Crowded House Always Take The Weather With You.