Skip to main content

Rúmsátt land


USA er eitt rúmsátt land, eingin ivi um tað. Leygardagin koyrdu vit úr Amarillo í Texas til Santa Fe í New Mexico. Men innan vit komu so langt, steðgaðu vit við The Midpoint Café í lítla býnum Adrian í Texas. Sigst, at hesin staður er íblástur til ein part í teknifilmin Cars. Sum kafé er staðurin lítið verdur og teir minnislutir, sum verða settir fram til ferðafólkið at keypa, eru av ringasta kitch slagnum. Men túnið er forvitnisligt. Har eru gamlir bilar, sum ferðandi sleppa at skriva á, so hvørt tey fara framvið Route 66, the Mother Road.



Kappingarparametrið í býunum her um leiðir, er, hvør eru júst á miðjuni á Route 66 og kann reypa av at eins langt er til báðar strendurnar, eystanfyri og vestanfyri. Í USA er eins og alla aðrastaðni týðandi at skapa miðdeplar og miðstøðir. Men tað er sjáldsamt at síggja eitt so kontant skelti, sum einsamalt úti í oyðuni staðfestur, at júst her er miðjan. Løgið, at eitt so stórt land kappast um hvar miðjan á Route 66 er. Men undrihaldandi er tað.



Markið millum Texas og New Mexico fer gjøgnum býin Glenrio. Fyrr ein blómandi staður, har partar av filminum Grapes of Wrath (1940) sigast vera tiknir. Brotna skeltið á niðaru myndini bjóðar vitjandi úr New Mexico vælkomin til fyrsta motell í Texas. Nú hevur alt givið upp andan og skelti kann valla lesast í hesum ghosttown.



Summi býarnøvn eru stuttligari at siga og hoyra enn onnur. Tucumcari er eitt teirra. Smakkar næstan sum piri-piri at siga. Frammanfyri eyðkenda Tucumcarifjall síggjast tríggir risastórir krossar úr stáli. Bilurin stendur undir eina krossinum.


Hesin býur hevur verið kulissa í fleiri kovboyfilmum og sjónvarpsrøðum, til dømis For a Few Dollars More í 1965 og Rawhide árini 1959-66. Ein av kendastu sangunum hjá Little Feet, Willin', nevnir eisini Tucumcari, eins og ein røð av øðrum amerikanskum sangarum, teirra millum John Denver og Dale Watson. Í klassiska sanginum hjá Bobby Troup frá 1946, (Get Your Kicks on) Route 66, verður Tucumari, eins og fleiri aðrir býir á farleiðini, nevndur.



Á høvuðsgøtuni í Tucumcari eru nógvir gamlir handlar og gistingarhús, ið greitt liva av nostalgi. The Blue Swallow Motel er gjørt úr hermannabúðum eftir seinra verðaldarbardaga og indiánarahandilin Tepee selur áhugaverdar minnislutir. Senasta myndin er tikin á eini bensintøð nærri Santa Fe og sýnir vælumtóktar gávulutir, ið rættir pápar enn tann dag í dag bera heim, tá teir hava verið á langferð.