29.9.11

Skálagarð í Carmel


Ein russiskur hýruvognsførari koyrdi okkum til aðra av tveimum barrum í Carmel By The Sea, har ein íslendingur, komin á deyðastrá, serveraði. Her eru hvørki lyktapelar ella gøtunummur, men ein rúgva av gallaríum, listaskálum.


Einaferðina hevði skúvoyingurin Hans Skálagarð (f.1924) gallarí her. Tað var í grannalagnum hjá Clint Eastwood (f.1930), ið var borgarstjóri tvey ár í 80'unum. Clint, sum hýruvognsførarin hevði sæð í býnum í dag, eigur enn The Eastwood Building og eitt ranch hotell, meðan Hans, sum nú býr í Petaluma, er givin at sýna fram í egnum hølum í Carmel. Men enn kenna tey hann, the marine painter.


Í Winters Fine Art, elsta privata gallarínum í Carmel, sýnir frøkun Edna okkum ein málning frá 2004. Hon sigur at flestu gallarí eru vanity galleries hjá listafólkum, sum selja rættuliga lítið.


Hans Skálagarð vaks upp í Skúvoy. Hann byrjaði at mála sum smádrongur og fór tíðliga til sjós. Beiggin, Hjartvard, hevur sagt at áhugin at tekna og mála kom, tá teir flotaðu holabátar í Skúvoy. Hans Skálagarð er millum tey 14.000 listafólkini, sum eru lýst í bókini Who’s Who In American Art, ið telur 1700 blaðsíður.