Skip to main content

Skótalív í hæddini


Úr Mammoth Lakes koyrdu vit norður til Yosemite Park, fóru inn um Tioga skarið og út aftur hinumegin. Her er stórt og høgt. Sjálvt risastóru trøðini klára seg á steingrund, mest sum uttan festi, sum sæst yvir bilinum, omanfyri. Eftirlitsmaðurin er fryntligur og vil hava nógv at vita um Føroyar og hvussu vælkomin og farvæl eitir á okkara máli. Stuttligt og vísir enn einaferð amerikanska tænastufatan og tænastuvilja.


Hóast vit hava verið ávarað um kava síðani vit komu til vetrarbýin Mammoth Lakes, er hetta fyrsti kavi vit síggja. Kavi sæst nógva staðni í hæddunum í Yosemite Park, sum er partur av fjallarøðini Sierra Nevada í Kalifornia. Koyrivegurin førir okkum upp í 3000 metra hædd og onkrir tindar eru túsund metrar hægri.



Myndin omanfyri gevur kanska eina ábending um hæddir í Yosemite Park. Rípan, sum fer gjøgnum landslagið er vegurin oman í dalin, sum vit júst hava koyrt eftir. Alla staðni er snipst niðurfyri.



Her er nógv at avmynda, ikki minst seg sjálvan. Vøtnini eru mong og klár. Koyrivegurin fer framvið fleiri teirra og ríkt høvi er at steðga á, sleingja við tráðuni ella bara ganga ein túr framvið vatninum. Her hava Sólrun og Terje hug at fevna allari verðini.






Umframt vøtn, eru eisini áir og fossar í Yosemite park. Áirnar stoyta seg oman av ørandi hæddum, sum Bridalveil fossurin. Her er nógv at síggja og uppliva, bæði hjá skótum og frítiðarfiskarum. Bjarnir og onnur dýr eru í skógini, men í dag vit sóu einki til teirra.


Steyrrætti fjallaveggurin El Capitan, omanfyri, er hin best umtøkti at klintrast í. Veggurin er 910 metrar høgur. Fjallið El Capitan er 2300 metrar høgt. Her eru eisini speed klintrarar, ið taka veggin eftir hálvum triðja tíma. Vit halda okkum til útsýnið í hampuligari fjarstøðu.





Meyst eyðkendi fjallatindur í Yosemite Park er Half Dome, sum er 2700 metrar høgur og tekur seg 1444 metrar upp úr Yosomite dalinum. Tindurin skiftir skap alt eftir hvaðani tú sært hann. Onkustaðni er hann átøkur einum arnarnevni, sum dagar beint upp í loft. Á teimum báðum niðastu myndunum síggjast El Capitan til vinstru, Half Doom mitt fyri og fossur Bridalveil til høgru. Á niðastu myndini sæst Unn framman fyri allar herligheitini í Yosemite dalinum.


Túrurin gjøgnum Yosemite var drúgvur. So tá vit koyrdu gjøgnum Lodi vóru ikki stundir at steðga og minnast kendastu B-síðu hjá Creedence og enn minni í grannabýnum Galt, har fleiri føroyingar búgva. Nú eru vit á Citizen Hotel mitt í Sacramento, høvuðsstaðnum í Kalifornia. Hotellið er fyrsti skýskravari í býnum, 66 metrar høgur í fimtan hæddum, bygdur í 1925. Gøtan eitir J Street og næsta eitir K Street. Duravørurin sigur okkum at stundir vóru ikki at geva øllum gøtunum nøvn, tí vórðu tøl nýtt annan vegin og bókstavaraðið hin vegin. Upprunaliga helt lívstryggingarfelagið California Life Insurance til her. Eftir ørandi hæddirnar í Yosemite sova vit trygt og borgarligt á Citizen Hotel.