Skip to main content

Sunnudagur í Santa Fe


Tað er ikki bara sunnudagur í Santa Fe. Tað er eisini nine eleven, ellinti september. Brandmenn og løgreglufólk eru savnað á torginum, The Plaza, at minnast og semjast. Øll teirra akfør, brandbilar, løgreglubilar og -motorsúkklur er savnaði á torginum.



Eini løgreglumaðurin endar við bøn, meðan allir tænarar landsins í Santa Fe standa við boygdum høvdi. Eitt løgreglufólk, ein ung kvinna, svímar og verður borin burtur. Sekkjapípur, ið annars ljóða festligar, eru ófrættakendur í hesum sambandi. Sorgin vellir úr teimum, tí onkur er fallin ella saknaður. Løtan er lødd, ikki eitt orð ella skav hoyrist, bert røðarin og fløgginum, sum veittra í sunnudagslotinum.




Tjóðskaparliga semjingin er sum leinkjurnar um Tinghúsvøllin. Hon er ikki til at bróta. Og hóast hetjudyrkanin av brandmonnum er sum tikin úr eini gamlari tekniseriu, sum eingin lesur longur, kanska The Fantastic Four, fyrst í sekstiárunum, so kenst hon allíkavæl ektað, hetjudyrkanin á torginum í Santa Fe.