Skip to main content

Terje mitt í verðini



Týsdagin trettanda helt Terje 55 ára føðingardag eftir Route 66. Vit koyrdu frá Gallup, einasta býi í New Mexico, sum verður nevndur í sanginum um søguliga koyrivegin úr Chicago, steðgaðu við Barrenger Ringfjallið, har myndin omanfyri er tikin, og so í Williams, har vit í Safeways keyptu eina picnic kurv til dagin og vegin. Har vóru tey so tænastusinnað at tey straks limaðu okkum inn í avsláttarklubban, so vit um alt landið kunnu keypa bíligt í teirra handlum. Frálík tænasta.


So koyrdu vit niðan til bygdina Tusayan í Grand Canyon, har bara 500 fólk búgva men 1000 ferðir so nógv ferðafólk streyma ígjøgnum lítla staðin hvørt ár. Orsøkin er sjálvandi Grand Canyon. Eftir at hava skrivaða okkum inn á Holiday Inn í tvær nætur bjóðaði Terje í føðingardag um hornið á bestu matstovuni økinum, The Coronado Room. Ein frálíkur biti, meðan sólin sett yvir ein eins frálíkan dag.