Skip to main content

Texas Plates




So hava vit fingið Texas plátur, nummarplátur, that is. Bilurin er ein Mitsubishi Endeavor frá Hertz, spildurnýggjur við automatiskum girum, stórum motori, góðum útsýni og serstakliga kontantur at koyra. Umborð á flogfarinum, meðan vit flugu yvir Føroyum, kundu vit lesa Frankfurter Allgemeine, sum skrivar um Nine-Eleven, sum nú stundar til. Undirhald er í katastrofuni. Týska ritstjórnin hevur skemtað sær við at taka dagsaktuellu tíðindini hjá DPA 9. september 2001 og koyra tey í Google Translate. Úrslitið er eins skilaleyst og sjálv atgerðin. Gevur onga meining. Lend í Texas síggja vit at CNN og allar sjónvarpsstøðir hava savnað filmstubbar, har Tvíburðatornini, Twin Towers, síggjast. So gongur alt sum ein endaleysur streymur av undirhaldi. Tí undirhald er í katastrofum. Nú hava vit skrivað okkum inn á Comfort Suites Galleria í Houston.