Skip to main content

Tíggju Cadillacar upp eftir enda



Í 1974 fann ríkmaðurin Stanley Marsh uppá at seta tíggju Cadillacar upp eftir enda á bønum, hann átti í Amarillo beint við Route 66. Teir standa enn á rað sum minniligir totempelar. Hin elsti er ein Club Sedan frá 1949 og hin nýggjasti ein Sedan de Ville frá 1963, sama modell, sum eg avmyndaði í bygdini Gruene. Teir tíggju gomlu bilarnir eru málaðir og merktir inn á skrokkin og hvønn dag eru nýggir litir og nýggjar áskriftir. Soleiðis er grafittitilveran, nýggj hvønn ein dag. Nú eru bilarnir almenn ogn og loyvt er at mála og sproyta so galið ein vil, eisini hjá litføgrum prædikumonnum, men bara innan fyri hegnið, sum skeltið sigur. Ein litføgur og púra ókeypis uppliving undir opnum himni við vegjaðaran.