Skip to main content

Turistfellan og Tiki Island


Eftir sum Houston er fyrsta orð, sagt av mannamunni á Mánanum, hildu vit at tað var sjálvsagt at vitja Space Center Houston, haðani 65 rúmdarfør eru send, hitt nýggjasta í juli. Skilligt er at økið hevur sæð betri dagar og í dag man tað vera av lítlum týdningini í altjóða rúmdargransking. Eftir at hava staðið meiri enn ein tíma og bíða, sluppu vit ein túr í einum lítlum toki.


Mest forvitnisligt var Mission Control Centre, omanfyri, og stóra høllin við frásøgnum um rúmdarførini, niðanfyri, har serliga Apollo 11 var áhugavert. Men hetta er alt sæð fyrr á Cape Canaveral í Florida í fjør.



Sitandi í tokinum til útgongdina, varnaðist eg eitt fuglabúr á vegginum. Kanska er hetta mest spennandi mynd frá Rúmdarstøðini í Houston.


Eftir hesa drúgvu turistfellu, koyrdu vit ein túr suður til Tiki Island, mitt í stóra ídnaðarøkinum Galveston, út móti Meksikoflógvanum. Ein sjarmerandi oyggj, hóast hann øtlaði veðrið við nógvum vindi og avfalli. Her vóru stór hús á pelum, ið skulu tola eina flóðaldu ella tvær og bátar í hvørjum húsi. Eitt paradís mitt í ídnaðarøkinum.