Skip to main content

Upp í lógvan av sandi


Av Interstate-høvuðsvegnum gera vit eitt legg inn á Route 66. Frá Texasmarkinum og 60 kilometrar fram er vegurin ikki asfalteraður. Her er bara sandur og grús, gravel. Tey árini filmurin Easy Rider (1969) var frammi, hendu so nógvar ferðsluvanlukkur her, at teinurin varð skýrdur Slaughter Lane og allir ferðabóklingar ráða frá at koyra her. Sum sagt, so ikki gjørt.

Við Seiko uri um skøvningin kendist tað sum ein endurinnspæling av Psycho at taka upp í lógvan av sandi av Slaughter Lane partinum av Route 66. Vit lata myndirnar standa eina løtu, meðan vit spæla True Love, Travels on a Gravel Road. Kanska kemur Norman Bates út.