Skip to main content

Útsýni úr Austin


Her er útsýni av hotelkamarinum um sólseturstíð í kvøld í Austin. Gista tvær nætur á Radisson hotellinum mitt í býnum. Hetta er eitt av hotellunum har alt kostar eyka. Morgunmatur, parkering og internet. Durðavørurin vísir okkum til frálíku, men dýru, matstovuna Sullivans. Ávegis síggja vit á torginum, at Austin er ein counter culture býur. Umframt hin alment kenda Willie Nelson, ið er ein mótmynd í sjálvum sær, síggjast eisini mótmyndir upp mótu skýskravarunum.



Í kjallaranum í einum klædnahandili, The Dress Shop, hitta vit Jef Hicks, sum stendur fyri jazzklubbanum The Elephant Room. Her er jamsession og fólk koma og fara við ljóðførum. Prátingarsamur og forvitin sum allir amerikanarar, vit higartil hava møtt, upplýsir Jef um mentanina í miðbýnum í Austin og gevur góð ráð. Tað er veruliga stuttligt og annarleiðs at ferðast í Amerika.