Skip to main content

Bøkur hjá Bárði vekja áhuga í Frankfurt


‘Árliga bókamessan í Frankfurt hevur alt at týða fyri meg sum høvund og teknara í útheiminum,’ sigur Bárður Oskarsson við heimasíðuna hjá Námi. Bárður  er høvundur og teknari við fýra barnabókum, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Forlagsstjórin Niels Jákup Thomsen sigur, at tað er einki at ivast í at tann bókin, sum seinastu árini er so nógv mest eftirspurd er hin fyrsta hjá Bárði, “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, sum fyrstu ferð kom út í 2004.

‘Tað var ikki í mínum tonkum at verða týddur og raka ein fremmandan marknað,’ sigur Bárður í samrøðu við Nám í Frankfurt. ‘Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt føroyska barnabók, men heldur eina bók, sum bjóðaði føroysku barnabókini av, tað vil siga at barnabókin í sniði og innihaldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Føroyum. Barnabøkur eru ofta so lokalar og nema við viðurskifti sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breiðari máli í mínum bókum, har vit eru leys av mentan og búskapi og bindingum til samfelagið, men vil heldur raka hitt einstaka menniskjað. Tí skal søgan vera einføld, bæði í teksti og tekningum.’

Higartil er bøkurnar hjá Bárði umsettar til íslendskt, dansk og franskt. Á bókamessuni eru samráðingar við forløg um útgávur á svenskum, týskum, italskum, enskum, ísraelskum og koreanskum máli. ‘Øll hesi sambond høvdu ikki verið knýtt, um vit ikki møttu á árligu bókamessuni í Frankfurt,’ sigur Bárður.