Skip to main content

Bláa sofan


Á bókamessuni í Frankfurt er eitt frálík tiltak, sum eitir Das Blaue Sofa, bláa sofan. Her verða aktuellir rithøvundar lýstir í livandi og vitugum samrøðum, sum verða vístar á stórum skýggjum framman fyri áskoðarum og áhoyrarum í ein hálvan tíma, sharp. Dagsins høvundar vóru millum teir mest áhugaverdu, íslendski Arnaldur Indriðason (f.1961) og italski Umberto Eco (f.1932). Mín dreymur er at onkur í Havn fer at finna uppá ein tílíkan máta at gera vart við nýtt tilfar, tað verið seg bøkur, fløgur ella málningaframsýningar. Tað er mest sum deytt, tá tílíkar framløgur eru.