20.10.11

Fólkið er á havnarlagnum


Fólkaflokkurin savnast á havnarlagnum. Í hvussu er í Havn í morgun. Her eru øll valevni floksins sett upp á strípu eftir rekkverkinum um havnarlagið, framman fyri Farstøðini. Tað er altíð ásjónligt og snøgt, tá sjálvsagda visuella rípan, sum repeterandi mongdin at einføldum myndum gevur, trýnur fram í almenna rúminum. Effektivt í propaganda arbeiði. Men er boðaskapurin at Fólkaflokkurin er vorðin ein verkamannaflokkur og fremsta val lossingamanna? Politisku boðini og staðið, har uppsløgini verða sett, kunnu onkutíð skurra, tí eg ivist í kontekstinum, sum lærararnir siga. Men kanska er eingin kontekstur í føroyskum politikki. Longur upp í gøtuni er ein einsamøll valmynd av John Johannesen í einum frisørglugga. Eg eri ikki sannførdur um at tað rigar so væl, burtursæð frá hársniðinum. Longur úti í býnum, við brúnaskúla í Fríðrik Petersens gøtu er aftur ein røð av Fólkafloksmyndum. So tey eru eisini lærarar, ikki bara lossingarmenn. Tað er at byggja brúgvar, tá ein fer upp í politikk.


Men ikki er altíð so vakurt at byggja brúgvar aftur til eina farna tíð, Heima í Havn. Bogi Andreasen hevur sett seg sjálvan á veggin, tvær ferðir í seglformati í Áaarstovu, bæði niðan og oman. Hinumegin hevur Hanus Samró duplikera seg sjálvan á allan skjøldurin hjá Essaba, har sum Kafé Natúr er nú. Og við mest trafikeraða vegin í Føroyum, har Hvítanesvegur bindur í Eystara Ringveg, er mest skurvuta blanding ein kann hugsa sær.


Uppi á Hálsi, har vindurin er harðastur og trafikkurin nógvur, savnast fólk vanliga til ítrótt, men eisini at velja. So her eru sjálvsagt nógv uppsløg. Men ilt er at síggja stóru linjrunar, tí her eru so nógv um boðið. Tí verður hesin staður altíð til eina uppboðssølu, eitt gedemarked. Men Javnaðarflokkurin hevur sett eina kongarekkju við Akseli V. Johannesen fremst, frammanfyri gøtuna niðaná, og so Helenu og øll hini aftaná, undir Tarvasteini, har Skipar Hansen fjaldi seg. Nýtt og stuttligt.


Hinvegin sæst vakurleikans estetikkur í fullum blóma við reyða bussskýlið á Frúutrøð, har tvær ungar kvinnur í Javnaðarflokkinum, Ingun Eidesgaard og Rebekka Vestergaard, prýða veggin. Um tær bara eru ungar og bráðvakrar er so eftir at prógva á valinum, men visuelli virkningurin er góður meðan ein bíðar, antin eftir lækna ella bussi.


Og enn er Helena einasta valevni í vakrasta plássi í Havn, niðri í Vágsbotni við langtandi standmyndina av Nólsoyar Pálli. Hvat man daga í havsbrúnni?