17.10.11

Glaðar bøkur


At glaða og brenna vita kallaðist ein bók um boðsending hjá Roberti Joensen frá 1961. Á bókamessu í Frankfurt eru bókafólk glað. Tey brenna ikki bøkur, so sum vit verða mint um á torginum í býnum, men eru bara glað. Glað um bøkur. Carl Jóhan Jensen hevur gjørt enskan tekst úr skaldsøguni Ó - søgur um djevulskap (2005). Hann er avmyndaður undir fossinum í Gásadali á føroyska bókabásinum í Frankfurt. Nobelvinnarin, svenski Thomas Tranströmer (f.1931), sæst í permu hjá Bonnier um hornið, og mitt millum okkara básar er íslendska Forlagið við einum skaldabornum sitati hjá Halldór Laxness (1902-1998): "Whoever doesn't live in poetry cannot survive here on earth".



Ein av teim tíggju úrvaldu føroysku bókunum, sum vera sýndar fram á bókamessu í Frankfurt, er Undir Suðurstjørnum hjá Gunnari Hoydal, sum upprunaliga kom út í 1991, á donskum í 1996 og á enskum, Under Southern Skies, í 2004. Nú eru tingingar við størsta íslendska forlagið, sum bara eitir Forlagið, um íslendska útgávu. Tað sjáldsama við hesari bók er, at ein partur fer fram júst í Frankfurt, har árliga bókamessan er. Ein týsk týðing, við brotum úr øllum teim úrvaldu føroysku bókunum, var løgd fram á føroyska básinum.


Jógvan Isaksen hevði gjørt ein snøggan bókling, sum á týskum lýsir krimibøkurnar, hann hevur skrivað. Konan Dorthe Myhre var eisini við á messuni og fotograferaði. Jógvan, sum undirvísir á universitetinum í Keypmannahavn, hitti á messuni ein næming, Søren Beltoft, sum nú arbeiðir hjá Statens Kunstfond sum specialkonsulent i Kunststyrelsen. Soleiðis knýtast bond og skapa nýggjar møguleikar, tá ein er á messu. Frálíkt.




Sólrun Michelsen og dótturin Elin vóru eisini á føroyska básinum. Stuttsøgusavnið hjá Sólrun, Tema við Slankum (2007) var millum úrvaldu bøkurnar í Frankfurt. Eisini stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Pílagrímar (2001), var við og Hanus legði fram og signeraði eina týska týðing.




Annika Sølvará frá forlagnum Fróðskapur og Wenche Andreassen frá Námi gera klárt og seta bøkur á rætta pláss á føroyska básinum, innan latið verður upp.



Føroyski básurin, sum er sjónligur og rúmligur, er beint við hin prangandi íslendska. Hann er rúmligur og góður karmur um forlagsfundir við smáu kaffiborðini, og ikki minst tá LISA eftir loknan arbeiðsdag bjóðar laks og lesk úr Føroyum. Um 300 fólk mundu taka av innbjóðingini, teirra millum Johannes Riis frá Gyldendal í Danmark, Bertil Falk frá bókamessuni í Gøteborg, íslendsku høvundarnir Sjón og Einar Kárasson, og Niels Petersen frá Námi og Ingibjörg Ásgeirsdóttir, forstjóri í íslendska systirstovninum Námsgagnastofnun.








Ein bókamessa er fakstevna. Her møtast øll tey, ið fáast við bókagerð, frá skriving á upprunamálinum til týðing og útgávur á fremmandum marknaðum. John H. Broadbent og Linda T. Stubbs frá Library of Congress í Washington komu framvið og fingu eintøk av føroyskum upprunabókum til teirra bókasavn. Samstundis fingu tey eitt prát við høvundarnar Carl Jóhan Jensen, Jógvan Isaksen og Gunnar Hoydal.



Carl Jóhan Jensen og konan, Kate Sanderson, hittu ein brasilianara, Juliano, sum lesur í Íslandi og tosar málið ræðið. Hann hevði áhuga at týða skaldsøguna Ó - søgur um djevulskap. Aftur eitt dømi um hvussu sambond kunnu knýtast á messum og hvussu umráðandi tað er at vísa andlit úti í heimi.


Daniel Vassaux, til høgru niðanfyri, hevur umsett fyrstu bókina hjá Bárði Oskarson til franskt, sum forlagið Circonflex gevur út. Bárður hevur tríggjar aðrar bøkur, sum hann hevur teknað og skrivað fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, so tað er at røkja marknaðin. Eisini tá die hard fans koma framvið og vilja hava eina hondskrivaða heilsan frá høvundanum.



Carl Jóhan kennir fleiri av íslendsku listafólkunum og serliga rithøvundunum, ið eru heiðursgestir á bókamessuini í Frankfurt í ár. Her er Carli avmyndaður framman fyri Audi bygninginum í messutúninum saman Einar Örn Benediktsson, Óttar Proppé og Sjón (Sigurjón B. Sigurðsson).


Fyri Føroyaprent eru stjórin Jon Hestoy og Hansina Brekkstein við á bókamessuni. Her kann ein fylgja við, hvussu prent, sniðgeving og innbinding broytast frá ári til ár. At fáa ordrar er eisini umráðandi, tí kappingin frá grannalondunum er hørð.


Jónfinn Joensen er úr Vestmanna, men býr í Íslandi, har hann er giftur og starvast sum innkeypsstjóri fyri útlendskar bøkur hjá Eymundarssonar Bókhandili. Tað vil siga at Jónfinn ger av, hvat ber til á lesa á enskum í Íslandi. Fremsta mið er bókamessan í Frankfurt, sigur hann lítillátin. Síðani hann og Regin Ellingsgaard vóru á danska Læraraháskúlanum í 1975 hava teir á hvørjum ári sent hvørjum øðrum eina bókajólagávu.



Týska sjónvarpið ZDF var eftir Jónfinni, at hoyra um bókmentir sum vøru, serliga íslendskar. Giti, at týska sjónvarpsstøðin ikki fangaði at hann var føroyingur. Men hvat, her eru bara kosmopolittar, ferðandi í bókum. Men millum allar miðlarnar sást eingin føroyskur. Ikki ein einasti føroyskur miðil at fortelja almenninginum um bøkur sum vøru og politisku strembanina at náa ein størri marknað enn okkara egna. Niðanfyri er íslendska sjónvarpið RÚV í samrøðu við Hanus Kamban og Niels Jákup Thomsen. Hoyrdi, at partar av prátinum funnu vegin til Dag og Viku fríggjakvøldið.





Heimsins størsti bókahandil, Amazon, var eisini í Frankfurt. Bókahandilin, sum er á netinum, er argasti fíggindi hjá smærru bókahandlinum í fjarskotnum londum sum til dømis Føroyum. Men íslendingar hava eydnast at fáa í lag samstarv við Amazon. Avtalan er, at átta íslendskar bøkur skulu týðast og gevast út undir heitinum Amazon Crossing. Næsta ár koma enn fleiri. Fimm av bókunum vórðu lagdar fram á samkomu í íslendska forum básinum, har tú kundi ganga inn í eina risastóra biohøll, har fólk á løriftinum søgdu søgur úr øllum íslendskum løgum. Og innast var ein framløguhøll har Kate Sanderson hitti amerikanska umboðsmannin fyri Amazon Crossing og handaði honum stuttu ensku útgávuna av Ó.



Umframt Amazon er Google ein talgildur risi á bókamarknaðinum. Meðan hin fyrri er handil er hin seinni ein leitimaskina. Føroya Skúlabókagrunnur, núverandi Nám, hevur fingið Google at talgilda einar túsund føroyskar skúlabøkur. Fyri einki. Á einum avmarkaðum marknaði hevur hetta skapt og latið upp ein nýggjan glugga út í heim. Vit eru partar av alheiminum og skulu vísa fram tað, sum vit gera á bókmentunarliga økinum. Her hava vit nógv at læra av íslendingum og norðmonnum. Í 2001 ritstjórnaði eg Vikuskiftið hjá Sosialinum saman við Turið Kjølbro. "Út við bókmentum!" kallaðist ein grein, ið skuldi skiljast bókstaviliga, tað vil siga at fáa okkara bøkur út í heim, punktum. Greinin var serliga um norsku týðara- og útflutningsstovuna NORLA. Undir myndini av Chris Palma frá Google, lati eg myndina av gomlu men brandaktuellu blaðgreinini standa eina løtu.



Ritstjórarnir hjá Námi høvdu í góðari tíð frammanundan avtalað fundir við samstarvsfólk og forløg. Millum annað varð endaligur sáttmáli undirskrivaður við Harper Collins um innihaldið í nýggja skúlaatlasinum. Kathryn Kelly er smílandi dáman, sum setti undirskriftina á sáttmálan, sum Magnus Tausen longu frammanundan hevði undirskrivað.


Tá fyrsti fundur um atlas var við Harper Collins í Glasgow í Skotlandi í januar í ár, sat ein ritstjóri við næsta borð og gjørdi eina bók um sjáldsom støða at renna marathon kring allan heim. Eg toygdi meg yvir á borðið og legði hon eitt visittkort við áskriftini "Tórshavnar Marathon in September". Nú er bókin komin út, risastór og vøkur, við eini applikatión til iPhone og iPad. Errin vísir ritstjórin og leiðarin av sáttmáladeildini hjá Collins mær lidnu bókina og teldutøku útgávuna. Ikki skuldi meir til enn eitt visittkort. Onkuntíð hildnast væl at seta Føroyar á heimskortið.



Ritstjórarnir á Námi, Karina, Gunvá og Dorit, og Marna frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tingast við forlagsfólk úr Noregi, Avstralia og Finnlandi um kristni- og søgubøkur og annað spennandi tilfar til skúlabrúks og frílesing. Dorit hevur gjørt seg út við lillalittum kuffertið, sum hóskar so væl til nýggju Bókmentasøguna, sum eisini varð løgd fram á føroyska básinum.






Eitt týskt par, Petra og Georg Sommer, hava forelskað seg í Føroyum og givið bók út um parlagið millum tey og oyggjarnar. Sommer Im Norden - Färöer eins - Skizzen einer Reise. Heitið á bókini, sum spælir við eftirnavnið, sæst á appilsinlittu troyggjuni hjá Georg. Tey lýsa bókina soleiðis:

100 SEITEN, 100 BILDER Die Trauminseln der meisten Menschen liegen im Süden. Unsere Trauminseln liegen im Norden - die Färöer. Warum haben wir uns in die Schafsinseln verliebt? Was macht den besonderen Reiz dieser Landschaft aus? Unsere erste Reise in den Nordatlantik gibt darauf Antworten. Mit Stift und Kamera wurden einzigartige Momente festgehalten. Erleben Sie gemeinsam mit uns das Land der kleinen Abenteuer. Schöne Momente mit diesem Buch wünscht Ihr sommer-im-norden



Dorit tingast um føroyskan limaskap við formannin í evropeiska skúlabókasamstarvinum, European Educational Publishers Group, Preben Späth, sum á hvørjum árið letur virðislønir á bókamessuni í Frankfurt. Virðislønirnar vera skiftar í fleiri bólkar. Fyrstu virðislønir vóru lætnar í 2009. Í dag eru 21 skúlabókaforløg í 21 londum limir í EEPG, sum varð sett á stovn í 1991. Við í kappingini í ár vóru 41 skúlabøkur úr 18 evropeiskum londum. “Vegna Føroyar skulu tit vera vælkomin at gerast limir í evropeiska samstarvinum sum egið land og skjóta upp nýggjar skúlabøkur, sum tit halda vera virðislønarverdar,” sigur danski Preben Späth, sum er formaður í felagsskapinum.



Millum hugtakandi bókaframløgurnar var henda bókin, Veruschka, um fyrstu týsku supermodellina, sum innbjóðingin segði. Hon er Vera, Veruschka von Lehndorff (f.1939). Partur av søguni er at pápin var djarvur antinazistur, sum ætlaði at beina fyri Hitler, men mátti bøta við lívinum í 1944.



Spanska familjuforlagið Gemser er á hvørjum ári hugað at skapa føroysk sambond. Teim dáma so væl føroyskan saltfisk, tí hann er hin hvítasti og besti til bacalao, siga tey í húsinum hjá Sagarra og teimum í Barcelona. Her eru faðir og dóttir avmyndaði á básinum, har tey sýndu fram kristnibøkur til forskúla.


Karina er áhuga í katólskum kristnitilfari og vitjar eina nonnu, sum hevur ein lítlan bás um sæluprísingar. Tilfarið vendir sær mest til ungfólk. Eina heftið er um, hvussu tannáringar av báðum kynum, skulu samskifta og í stigum upplýsast um seksuallæru. Stigini eru seks. Sjáldsamt í øllum sølumeldrinum í Frankfurt.




Angry Birds var karmur um finska móttøku á grannabásinum í sambandi við at tey eru heiðursgestir í 2014. Karina og Dorit hava finska spælið á telefonini.


Á teim mongu skiftandi pallum í Frankfurt er gott at kenna at ein er hin sami. Tað er lítli pallurin hjá norska forlagnum Pax, sum einaferð hevði eina so framúr leksikon, sum eg plagdi at taka burturúr. Serliga úr kapitlinum um fleirtjoða fyritøkur, undirhaldsbransjuna, Elvis og Disney. Tað mundi vera í 70'unum, tá hjørtuni vóru til vinstru.


Frá vinstrasinnaðum forlagsvirksemi var nokk so langt til ein über-Mercedes, sum bussførarin á hotellinum tók til. Frammanfyri hotellinum, 12 km sunnanfyri Frankfurt, stóð ein bilur eg ikki kendi. "Jú, hetta var ein Maybach," segði førarin og nikkaði vitandi. "Hann fæst í tveimum útgávum, sedan, sum hasin og so sum ein strektur limousine."


Hinumegin vegin er ein drive in biografur og eg sníkt meg inn millum trøini at taka eina mynd av hesum sjáldsama og skjótt søguliga máta at síggja film. Niðast sæst innkoyringin til hotellið, sum var frálíkt, men mest sum uttan internetsamband.



So er ársins bókamessa í Frankfurt liðug og longu í dag, mánamorgun, hava týsku fyriskipararnir sent bræv til allar luttakarar:

New ideas, new contacts, new projects – we hope that your appearance at the Frankfurt Book Fair 2011 was a complete success. In all, around 7,400 exhibitors from 106 countries were present, and the more than 3,200 events attracted approximately 283,000 visitors. With many exhibitors and visitors, not only from the book industry, but also other related industries such as film, games, and information and communications technology, the Frankfurt Book Fair demonstrated that the sphere of interaction for members of the publishing industry has become significantly larger. This year, the Frankfurt Book Fair also recorded a slight increase in the number of visitors, with about one per cent more people coming to Frankfurt in 2011 than in 2010. The interest in international training and networking events grew perceptibly, such as those offered in collaboration with the Association of German Publishers and Booksellers, under the umbrella of the new conference brand, the Frankfurt Academy. The Literary Agents & Scouts Centre (LitAg) – relocated this year to Hall 6.0 – recorded an increase of 11 per cent in visitor numbers. The interaction with our Guest of Honour Iceland was particularly inspiring. With the Icelandic exuberant will to tell stories and a superb balance of classical sagas and fast-paced, modern literature the presentation proved to be the absolute highlight for the visitors and the media. We now await our next Guest of Honour, New Zealand, with keen anticipation. But the success of any trade fair really stems from the commitment shown by the companies exhibiting there, and the members of their staff. And for that, we’d like to thank you very warmly! Because we want to continue developing from year to year, and to carry on being the best fair in the future, we are always willing to hear your requests and your criticisms. We hope you will stay in touch and we look forward to seeing you again next year!

Umframt størsta bókamessan er Frankfurt eisini ein av heimsins størstu flogvøllum. Í bíðihøllini nýttu vit høvið at lesa norska Sigbjørn Obstfelder (1866-1900) á fartelefonini. Tað var í 1893 at hann yrkti Jeg ser:


Jeg ser paa den hvide himmel,
jeg ser paa de graablaa skyer,
jeg ser paa den blodige sol.

Dette er altsaa verden.
Dette er altsaa klodernes hjem.

En regndraabe!

Jeg ser paa de høie huse,
jeg ser paa de tusende vinduer,
jeg ser paa det fjerne kirketaarn.

Dette er altsaa jorden.
Dette er altsaa menneskenes hjem.

De graablaa skyer samler sig. Solen blev borte.

Jeg ser paa de velklædte herrer,
jeg ser paa de smilende damer,
jeg ser paa de ludende heste.

Hvor de graablaa skyer blir tunge.

Jeg ser, jeg ser...
Jeg er vist kommet paa en feil klode!
Her er saa underligt...