Skip to main content

Hetta er eitt ævintýraland!


‘Mindblowing,’ sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Hon er fyrstu ferð á bókamessu í Frankfurt, ið hon metir sum eitt slaraffenland, tikið beint úr øllum ævintýrabókum.

‘Tað heilt serliga, er at síggja alt, sum hevur við bøkur at gera, á einum stað. Ikki minst at møta rithøvundum og forløgum, sum eg dagliga samstarvi við,’ sigur Oyvør í samrøðu við Nám í dag. ‘Her eru eisini prentarar, umsetarar, innbindarar og nýggj tøkni sum e-bøkur og talgild leitiamboð, stutt sagt alt, ið hevur við bøkur og bókasavnsyrkið í dag at gera.

‘Beint nú var eg á einum fyrilesturi, Navigating the Semantic Web, um at leita á netinum. Har lærdi eg um viðurskifti, sum eru nýggj og viðkomandi fyri allar bókavørðar og okkum í Námi, so vit kunnu gera okkara skrásetingararbeiði betri og effiktivari,’ sigur Oyvør.

‘Á bókamessuni fái eg eisini nýtt innlit í arbeiðið hjá okkara ritstjórum og hvussu arbeitt verður við bókum, bæði heima og í fremmandum londum. Sum heitið sigur, er hetta ein messa, við stórum denti á sølu og marknaðarføring. Tað er serliga spennandi, tí tað er so langt frá mínum dagliga arbeiði á bókasavninum, sum er ein ókeypis tænasta til skúlaverkið,’ sigur Oyvør Dam Lassen, ið er bókavørður í Námi, sum er avmynda undir einum enskum sitati eftir Halldór Laxness: “Whoever doesn’t live in poetry cannot survive here on earth”.