Skip to main content

Íslendskur áhugi fyri føroyskum undirvísingartilfari


Føroysk skúlabørn kenna íslendsku fuglasíðuna, sum liggur á Snar. Og nú fara íslendsk børn kanska skjótt at nýta føroyskar skúlabøkur.

Á bókamessuni í Frankfurt var fundur millum Nám og íslendska systurstovnin Námsgagnastovnin. Fyri Nám møttu Niels Petersen, bókatoymisleiðari, og Gunvá Magnussen, ritstjóri, og fyri Námsganastovnin møttu Ingibjørg Ásgeirsdóttir, stjóri og Hafdís Finnbogadóttir, ritstjóri.
‘Vit hava samstarva í eina tíð og burturúr eru longu komin talgild telduspøl í lærugreinum sum støddfrøði, Fuglavevurin, sum sæst á Snar, og nakrar smærri bókaútgávur í náttúru og tøkni,´sigur Niels Petersen.

Stórur áhugi var fyri nýggja føroyska tilfarinum til heimstaðarlæru. Bøkurnar eita “Grindalokkur” til fyrsta flokk, “Høgguslokkur” til annan flokk og “Eiturkoppur” til triðja flokk. Bøkurnar eru serstakar, tí tær eru bara í myndum og púra uttan tekst. Gunvá Dam og Ole Wich hava gjørt bøkurnar.

Íslendski Námsgagnastovnurin var eisini áhugaður í nýggja føroyska lívfrøðitilfarinum, sum Magnus Gaard hevur skrivað til sjeynda, áttanda og níggjunda flokk.

‘Ynski um samstarv kemur sjálvandi báðum pørtum til góða, tí vit á nógv bíligari hátt kunnu menna og tillaga bæði innihald og snið í bókunum, eisini um tilfarið verður talgilt,’ sigur Niels Petersen eftir fundin við íslendska systurstovnin.