Skip to main content

Krabbabók nummar 100 í heintu


"Í dag fara vit á krabbaveiðu í týska økinum,” siga teir tríggir ritstjórarnir Turið Kjølbro, Lydia Didriksen og Marjun Ziskason, sum leita fram bøkur, ið eru hóskandi til ymsu torleikstigini í røðini við krabbabókum.

Bókamessan í Frankfurt er eitt ‘must’, tá umræður at finna krabbabøkur, siga tær sum við ein munn. 90% av bókunum koma hiðani av messuni, har tey norðurlendsku forløgini eru høvuðsveitarar, tí teirra hugburður, evnisviðgerð  og ikki minst skúlaskipanir líkast mest okkara.

“Men so eru tað ensku forløgini, sum til dømis Usborne, ið eru serliga áhugaverd, tí tey hava so nógvar góðar faktabøkur, sum til dømis hana um “Titanic”, sum føroyskir dreingir veruliga hava tikið til sín,” sigur Turið.

“So møta vit starvsfeløgum, ið hava somu avbjóðingar sum vit, til dømis íslendski Námsgagnastovnurin, ið eisini fæst við lesifrøðiliga viðgerð av øllum tilfari á sama hátt, sum vit gera,” sigur Lydia.

“Tá vit fáa bøkurnar, vit hava umbiðið á bókamessuni, lesa vit allar og hugsa um málbólkin, ymsu torleikastigini, og serliga kynsbýtið, tað vil siga, hvørjar bøkur hóska best til dreingir og hvørjar til gentur. Vit hava lagt serligan dent á at finna dreingjabøkur. Afturmeldingar benda eisini á, at hetta hevur eydnast heilt væl. Dreingirnar hava veruliga tikið krabbabøkurnar til sín,” sigur Marjun.

“Tá vit eftirmeta, seta vit okkum í samband við skúlabókavørðir og allar lærarar, sum brúka krabbabøkurnar og gera eitt útfyllingarskjal, sum fleiri hava svarað. Greiða ynskið er meir av øllum, serliga til innskúlingina og so fleiri faktabøkur,” siga tær tríggjar. “Og vit fegnast um at síggja, at nógva staðni er tað ein krabbabók, sum er millum mest lisnu bøkur kring landið beint nú. Og samstundis tykjast foreldrini nógv meiri tilvitað um lesingina hjá børnum.”

Minst fýra upprunaføroyskar bøkur skulu vera á útgávuskránni, sum er 32 bøkur um árið. Av hesum skulu fýra vera faktabøkur.

Fyrstu krabbabøkurnar komu í mai 2008, og í november í ár kemur bók nummar hundrað. Av hesum eru 14 upprunaføroyskar.