Skip to main content

Nógvar míl, enn fleiri kilometrar og ein amøba


3740,3 míl = 6019,42936 kilometrar. Soleiðis sigur roknimaskinan og kilometurteljarin, tá vit lótu bilin aftur til Hertz á flogvøllinum í Los Angeles í dag. Ferðin í USA er av og nú er bara heimferðin eftir. Úr Los Angeles gongur tað slag í slag, fyrst 5428,2 míl ella 8735,6 km til Heathrow í London og so 609 míl ella 980 km til Kastrup í Danmark, har Atlantsflog flýgur okkum 834 míl ella 1342 km heim til Føroya.


MC Felagið plagar at siga at longsti teinur at koyra í Føroyum eru teir 112 km millum Viðareiði og Gásadal. Tí er tað ein serlig fragd hjá okkum, sum eru úr so lítlum landi, at leggja aðrar víddir undir seg á amerikansku vegunum. Í 35 dagar koyrdu vit gjøgnum Texas, New Mexico, Nevada og Kalifornia, gistu á 17 hotellum og skrivaðu 57 bloggar.


Seinasti avstingari, innan vit lótu bilin aftur til Hertz, var inn í heimsins størsta plátuhandil, Amoeba, á Sunset Boulevard í Hollywood. Innkoyring beint av gøtuni og frí parkering í kjallaranum. Spurdi til stuttleika um nýtt frá Russ Taff, bara fyri at hoyra okkara kæra heimland nevnt og smakka tað á hesum leiðum.


- Jú, tað var akkurát komin ein nýggj fløga við einum undarligum navni, Fa-Fa-Ro-Ro, ella okkurt sovritt. Tíanverri er hon ikki komin í handilin enn, men hetta er heitið, sigur fryntliga sølukvinnan og gevur mær ein gulan seðil, mitt millum øll tilboðini, eina Bob Dylan boks og eina signeraða tekning av heimsins stuttligasta plátuhúsa Ship arriving to late to save a drowning witch hjá Frank Zappa.



Á loftinum eru filmar, ikki bara dvd og blue ray, men eisini old school vhs. Starvsfólkini viðmæla ymsar filmar og her fáast eisini sjáldsamir stuttfilmar. Hugagóð tænasta hjá Amoeba.