Skip to main content

Norskur undirvísingarportalur vann gull í Frankfurt


Millum bestu skúlabøkur í Evropa er ein talgild, sum er uttan papír og bara til á netinum. Læruumhvørvið, sum Norsk Gyldendal stendur fyri, kallast Salaby. Talgilda umhvørvið fevnir um allar lærugreinar í byrjunarundirvísingini. Í Noregi hevur móttøkan verið góð og flestu næmingar í yngstu skúlaflokkunum kenna og brúka Salaby.

Tað er European Educational Publishers Group (EEPG), sum á hvørjum árið letur virðislønina á bókamessuni í Frankfurt. Virðislønirnar vera skiftar í fleiri bólkar. Fyrstu virðislønir vóru lætnar í 2009. Í dag eru 21 skúlabókaforløg í 21 londum limir í EEPG, sum varð sett á stovn í 1991.
Við í kappingini í ár vóru 41 skúlabøkur úr 18 evropeiskum londum.
“Vegna Føroyar skulu tit vera vælkomin at gerast limir í evropeiska samstarvinum sum egið land og skjóta upp nýggjar skúlabøkur, sum tit halda vera virðislønarverdar,” sigur danski Preben Späth, sum er formaður í felagsskapinum.
Á myndini fær Ulv Petersen, ritstjóri hjá Norsk Gyldendal, virðislønina fyri bestu evropeisku talgildu skúlabókina, on line undirvísingarumhvørvið Salaby, frá hessiska mentamálaráðharranum á bókamessuni í Frankfurt.