21.10.11

Organiski einarin





Meðan onnur ganga morguntúr við hundinum, gangi eg við fartelefonini, iPhonini, við innbygdum myndatóli. Ikki so gott sum speglrefleks, men hon er fløt og passar í lumman. Eftir at flestu politisku flokkar hava funnið teirra støð og sett endaleysar myndarøðar á stakkitt og pelar, varnaðist eg í morgun nakrar organiskar einarar. Tað vil siga valevni, sum hava funnið sær ein serligan gimmick, ella eitt serligt stað, sum onkursvegna myndar og krøkir í tey sjálvi, so fólk í almenna rúminum leggja merki til valplakatina á ein positivan hátt. Fyrsta í morgun var Bjørt Samuelsen, sum hevur brúkt ein livandi heitan træstubba at festa uppslagið á ein keðiliga óorganiskan elsteyra á Vaglinum. Tað gevur eitt spennandi spæl, sum ein leggur merki til. Sama ger Øssur Winthereig á Boðanesi. Hóast einsamallur, eins og Bjørt, er hann trygt og fast plantaður við organiskum træi niður í svørðin. Og so Hákun Steingrímsson, sum hevur verið so vágin at seta seg sjálvan við inngongdina til ítróttarøkið í Gundadali, har vegirnir hjá B36'arum og HB'arum krossast. Djarvt og beinrakið. Veit ikki, um nakað eitir organiskur kontekstur, men tað siga vit í hesum trimum førum.