Skip to main content

Rodeo Drive




Kanska er Rodeo Drive vakrasta gøta í USA. Tað velst sjálvandi um eygað, ið sær. Vit eru í hjartanum á Beverly Hills og fram við gøtuni eftir trimum blokkum, blocks, eru allir teir kendu mótahandlarnir, summir so kendir at teir ikki upplýsa navnið. Hesin sáldsami handil uttan navn, millum prangandi Gucci og Dior, festi so mikið í mín áhuga at eg fór til duravørin at spyrja ‘Excuse me, what is the name of this house?’ Hann smíltist og teskaði stavandi í oyra ‘P-R-A-D-A.’




Hinumegin er eitt hitt vakrasta hús eg kann hugsa mær. Tað er húsið hjá Chanel. Sólrun roynir eina reyða varrastift og duravørurin er eftir mær, tí her er ikki loyvt at fotografera. Javel, so siga vit tað.



Mitt í tí vakra stingur amerikanska smakkloysi seg fram við nøvnum sum Juicy Couture, ið sær út sum ein kinky pink náttklubbi i Las Vegas, og Agent Provocateur, sum helst hevur verið við á Folsom Street Fair. Smakkloysi og klassisisma. Tað er USA.



Tá tú hevur keypt teg um rygg er gott at hava trivalig hondtøk, sum í hesum Rolls Royce, at stiðja seg til.


Millum tekkiligu akførini sum rulla á hjólum teljast eisini Ferrari og ein Audi R8, sum koyrdi so skjótt at eg bert fangaði hin fyrra.





Via Rodeo nevnist ein lítil og hugnaligur krókur burturfrá øllum mótameldrinum í Beverly Hills. Hetta er sum í gamla Rom. Og mitt á hesum stutta teini er Galerie Michael, sum Michael Schwartz stovnaði fyri 30 árum síðani. Týski Ralf Warneking er listarligur ráðgevi og sølumaður. Tað er umráðandi, tí her er alt til sølu. Og so varnist eg eina sjáldsama samanseting av human ressource slagnum. Tað er at jui juitsu og myndlist hóska avbera væl saman. At selja list á altjóða støði krevur innlit í serligt kropsmál, ið tú bara fart úr klassiskum ítrótti, mann móti manni. Tað hevur Ralf, sum er heimsmeistari í jiu juitsu. Á heimasíðuni hjá Dragon World síggi eg at hann er mest eftirspurdi persónligi venjarin í Hollywood. Og her stendur hann framman fyri okkum og flytir okkum øll í annan heim, evropeiska myndlist. Rembrandt, Picasso, Miró og Chagall lata vit liggja og hefta okkum við 21 ungar næmingar á The Florence Academy of Art, sum Daniel Graves hevur rikið síðani 1990, sum um einki var hent síðani 16. og 17. øld. Millum myndlistafólkini í Firenze eru fleiri norsk og nøkur svensk og donsk. Hesa skalt tú satsa uppá, sigur Ralf við tummlinum uppi. Hege Elisabeth Haugen, næmingur hjá Odd Nerdrum. Men tú skalt vita hvørja av hennara fimm persónligheitum tú snakkar við, tá tú keypir, sigur Ralf. Eg trúgvi hvørki eygum ella oyrum, so stuttligt er at vera vístur runt í triðstørsta privata amerikanska gallaríi av einum ítróttarvenjara, fit for fight and art.



Elisabeth Hege Haugen er fødd í Hønefoss í 1979. Millum hini norðurlendsku listafólki eru Joakim Ericsson, føddur í Sundsvall í Svøríki 1972, hin javnaldrandi Louise Camille Fenne úr
Keypmannahavn og norsku Cornelia Maria Hernes, (f. 1979), Per Johnny Kristensen (f. 1965) og Per Olav Olsen (f.1980)






Millum hini ungu listafólkini, sum eru við á framsýningini úr Firenze henda mánaðin er ísraelski myndhøggarin Eran Webber (f.1980), sum hevur gjørt ein ørkymlaðan Pan, Disturbed Pan, í bronsu.


Paul S. Brown (f.1967) er úr North Carolina og hevur í Firenze málað Tiger í olju á lørift í stórari stødd.


Eddy Hunter (f.1967) er úr Vermont og hevur í klassiskum ljósi í Firenze málað Betseba og Ladro di Anime.



Justin Hess (f.1981) er úr Ventura í Kalifornia og er nógv eftirspurdur. Fyrsta dagin verður hann á forsíðuni á listabløðunum, sigur Ralf Warneking.



Toby Wright (f.1976) er úr Bretlandi og hevur fingið serliga gott pláss við inngongdina til gallaríið.



Men vit eiga eisini klassiska list, sigur Ralf og bjóðar okkum inn á skrivstovuna, har hann er serliga fegin um Jean-Francois Rafaelli (1850-1924) og Rosa Bonheur (1822-1899) og ikki minst hin núlivandi Alexandre Renoir, sum er langabbasonur kenda málaran Renoir. - Tað eru bara vit í Gallerie Michel, ið umboða hann, sigur Ralf og greiðir frá um arbeiðslag og litrík strok við knívi, aldri pensli, sum geva eitt spennandi spæl í litunum, so hvørt ljósið skiftir. Vit pakka og senda til allan heimin, og vit eru altíð opin fyri nýggjum evnaríkum listafólkum, sigur ítróttavenjarin og sølumaðurin.







Ein góður dagur á vakrastu gøtu í USA. Punktum. Nú kunnu vit við góðari samvitsku pakka og flúgva heim. Vónandi verður veðrið til vildar. Síggjast!