27.10.11

Sólin skínur á løgmann


Hóast lítið sæst til løgmann og Sambandsflokkin í skeltiskóginum í Havn, so skínur sólin á bæði hann og flokkin. Havi undrast yvir ósamsvarið millum sjónligheit á gøtunum og undirtøku á fundum og veljarakanningum, síðst millum ung á Kambsdali. Man tað vera tí, at Sambandsflokkurin dugir betri enn nakar annar flokkur at brúka talgildu miðlarnar, bannarar á portalunum og ikki minst Facebook? Havi ein varhuga av, at so er. Aðrir flokkar brúka Facebook sum spamm, nakrar dagar fyri valið, meðan Sambandsflokkurin og kanska onkur annar flokkur eisini, javnt og samt brúka henda sosiala miðil við fynd og hegni alt árið í kring.


Stóra myndaevnið, ja eitt rættuligt scoop, á Hálsi í morgun var Jørgen Niclasen í fullum útskornum figuri. Sum formaður peikar hann sjálvsagt á stavin A. Men hinumegin rundkoyringina stendur Annika Olsen og fólksins pennur hevur skrivað á hana: Hot :-) Og við teirra lið er eisini floksfelagin Jacob Vestergaard. Hann hevur brúkt teknaran Óla P at bera fram ein politiskan boðskap á skemtiligan hátt, eins og nonsjalanti Henrik Old.  Hinvegin ivist eg í um ikki strikan hjá Óla P er nakað slitin og lítið tíðarbær.


Gerhard Lognberg hevur eins og Annika fingið ein reyðan blóðdropa, átøkur 'Gevið Blóð', sum Ole Wich hevur teknað. Dropin staðfestir at hann hevur rætta blóðið at stilla upp til føroyskt løgtingsval á ættartingi føroyinga. Ein spennandi gimmick, sum fær sinnini í kók, nú eitt dansktmælt valevni hjá Javnaðarflokkinum ikki sleppur at skriva á donskum í Dimmu. Sum skilst, melur av ymsum ættum í føroyskum politikki og í almenna rúminum. Sum fyrrverandi súkklari og medarbeiðari í Útvarpinum kann eg vátta at vindharðasti staður í Havn er nettupp á Hálsi. Har melur altíð av ymsum ættum.


Men í morgunsólini sæst eisini búmerkið hjá Fólkaflokkinum. Síðani eg fyrst ferð sá tað, havi eg bara hugsað um Afrika. A sum í Afrika. Men einki bendir á at valið hjá Fólkaflokkinum verður oyðimarkargongd.