Skip to main content

Countryklubbin á Konmansmýru


Leygarkvøldið 26. november møttist countryklubbin heima hjá Peturi Rouch á Spógvavegi á Konmansmýru í Havn. Seytjan ár eru liðin síðani vit møttust fyrstu ferð í Tórsbyrgi. Umframt í Havn og Havnardali, hava vit eisini verið norðanfjørðs, í Klaksvík, í Múla og á Viðareiði. Í durinum stendur Petur fyri okkum við einum Hank Williams snapsaglasi úr Montgomery í Alabama.



Manningin hevur verið eitt sindur skiftandi, alt eftir hvør er heima og hvussu tað í allar mátar liggur fyri hjá hvørjum einstøkum. Hetta leygarkvøldið uppi hjá Peturi vóru vit Oddbjørn, Heri, Ragnar, Milson, Sonhard, Jóhan, Terji, Hjørleif, Hjalti og fyrimyndarligi verturin Petur. Góður og fjølbroyttur matur varð bílagdur frá Hansu á Argjum og dúgliga varð sungið úr sangbókini hjá Hank Williams, sum sæst omanfyri. Milson spældi dobro og Ragnar, Sonhard, Jóhan, Hjalti og Hjørleif spældu gittar.


Oddbjørn hevði ein forvitnisligan fyrilestur um sangin A Dear John Letter og vísti filmsupptøkur, sum Karl Sofus í Heimistovu gjørdi, tá Bobby Bare vitjaði heima hjá Oddbirni á Brekku 1 í Klaksvík meðan Summarfestivalur var har fyrsta vikuskifti í august. Við útsýni yvir regnváta Vágsbø drakk countrysangarin ein kopp av kaffi við millummjólk í, sum sæst á teimum báðum myndunum niðanfyri.


Fastur táttur er countrykviss, hesu ferð við ikki færri enn 50 spurningum. Petur vann við 48 stigum og nummar tvey gjørdist Heri við 42 stigum. Fyrsti vinningur var nýggi heimildarfilmurin hjá Martin Scorsese um George Harrison Living in a Material World (2011) og annar vinningur var Shine A Light, ið sami leikstjóri gjørdi um Rolling Stones í 2008. Annars kunnu vit gleða okkum til at Scorsese fer at gera film úr norsku krimisøguni Snømannen hjá Jo Nesbø, ið er sangari í bólkinum Di Derre, sum á norskum syngur um Jenter & sånn.


Húsverturin Petur, sum leygarmorgnar eisini er útvarpsvertur við frálíku sendingini Rót & Rútma, hevði valt fimm tær bestu countryfløgurnar, sum komu út í ár. Men innan vit komu so langt, vísti Petur á nakrar aðrar fløgur, sum eisini fingu heiðurliga umrøðu. Teirra millum var nýggja og spennandi fløgan við altzheimerrakta Glen Campbell Ghost on the Canvas, Merle Haggard Working in Tennessee, Charley Pride Choices, Steve Earle I’ll Never Get Out Of This World Alive og Gene Watson og Rhoda Vincent Your Money and My Good Looks.


So legði Petur fram fimm tær best countryfløgurnar í ár. Ikki óvæntað er eitt savn við Hank Williams sangum ovast á bunkanum :

1. Ymisk The Lost Notebooks of Hank Williams (Egyptian/CMF/Columbia 2011)
2. Connie Smith Long Line of Heartaches (Sugar Hill 2011)
3. Gillian Welch The Harrow & The Harvest (Acony 2011)
4. Alison Kraus & Union Station Paper Airplane (Rounder 2011)
5. Laura Cantrell Kitty Wells Dresses: Songs of the Queen of Country Music (Shoeshine Records 2011)


Laura Cantrell, omanfyri, var ein av teim heilt fáu kvinnunum, sum sluppu á skránna í countryklubbanum leygarkvøldið. Hon syngur um puff-kjólar hjá 92 ára gomlu Kitty Welles. Niðanfyri hevur Jóhan keypt eina røð av minnislutum, memorabilia, frá fólkum, sum vóru knýtt at Waylon Jennings. Millum annað ein el-gittara við Waylon búmerkinum, eina gullplátu fyri plátuna Dreaming my Dreams (1975) og eitt stensilerað klubb-blað frá síðst í sekstiárunum við hondskrivaðum viðmerkingum. 


Millum minnislutirnar hjá Jóhan var eitt nótahefti við Hank Williams sangum, sum yrkjarin sjálvur hevur signerað á permuni. Ragnar, sum hevur spælt saman við steelgittaristinum hjá Hank, Don Helms, peikar á undirskriftina. Nærri Hank Williams koma vit ikki her í landinum.


Petur eigur nógvar sjáldsamar plátur. Her er fyrsta country single plátan, Boquet of Roses við Eddy Arnold. Aftasta talið í útgávunummarinum er 1 og plátan er grøn, so brúkarin kann skilja millum ymsu tónleikasløgini í handlinum. Plátan er frá 1949 og avloysti lakkpláturnar, sum mólu við 78 snúninum um minuttin. Klassiska singelplátan, sum nú er søga, er sostatt farin um tey seksti. Nú er alt á Spotify ella øðrum talgildum miðlum.


Countryslips eru hægsti móti, tá countryklubbin møtist. Hesi slips verða eisini kallaði bola, ella bolo slips. Eins og tey í dag eru partar av western outfit, hava tey síðani miðskeiðis í farnu øld verið partar av indiánaraklæðum hjá Hopi, Navajo og Zuni ættunum.


Ragnar og Sonhard duga mest sum allar sangir hjá Hank Williams uttanat. Eisini teir sjáldsamu, sum til dømis How Can You Refuse Him Now, ið er av eini EP plátu við fýra andaligum sangum. Helst hevur onkur plátuhandil havt hesa sjáldsamu útgávu til sølu, tí hon sást í fleiri føroyskum heimum við plátuspælara í sekstiárunum.


Hjalti hevði goymt Sosialin frá 10. mai 1997 og eina rúgvu av myndum, sum hann sjálvur hevði tikið um sama mundið í Útvarpinum, tá eg hevði Bellamy Brothers ein tíma í beinleiðis sending úr útvarpsstovu 5, beint innan teir fóru á pallin í Ítróttarhøllini. Stuttligt at síggja aftur eftir so nógv ár. Men allar stuttligast er at møta gomlum vinum og hoyra nýggjar forvitnisligar vinklar og upplýsingar um tónleik. Eg gleði meg longu til næsta ár.