Skip to main content

Filmar í Lübeck




Sólin setir yvir hansastaðin Lübeck, har norðurlendskur filmfestivalur er. Omanfyri síggja vit Holstentor, sum er býðarmerkið fyri býin, og Radisson hotellið, vit búgva á. Besti filmur, eg higartil havi sæð er Eldfjall, ella Volcano, sum altjóða heitið er. Hin 34 ára gamli Rúni Rúnarsson hevur gjørt filmin, sum er hansara fyrsti spælifilmur. Hann hevur gjørt stuttfilmar síðani hann var 17 ára gamal.


Hesin fyrsti spælifilmur hjá Rúna varð frumsýndur í Cannes í ár. Eftir sýningina í Lübeck í dag segði Rúni, at filmurin, sum fyrst og fremst er um at síggja til sterka mannin Hannes, var ein sýning av tí, sum maðurin ikki kundi klára, men konan kundi geva. Ein hugvekjandi og stillur filmur um elli, sum filmsfelagið Klipp fer at vísa. Umboðandi áskoðararnar, gav eg honum hetta skoðsmál: Sehr gut.


Í býnum eru fleir handlar, sum gera nógv burturúr filmfestivalinum í Lübeck. Her er tað ein katólskur bókahandil.


Og heimkomin á hotellið møta vit myndamannininum hjá Sakarisi Stórá, Anders Øvergaard, sum eisini hevur ein film, Til siste hinder, Coming Home, í egnum navni á festivalinum. Hetta er fyrsti spælifilmur hansara. Filmurin er ætlaður børnum.