Skip to main content

Føroyar á ferðandi topplista



Hvønn mánað gera útvarpsvertir úr EBU limalondum ein topp 20 lista yvir bestu nýggju etnisku útgávur, eisini róptar world music. Oftast er tónleikurin av fjarum, eksotiskum leiðum, og er nakað norðurlendskt land yvirhøvur við, so er tað Finnland, ið hevur ein blómandi og ríkan etniskan tónleikapall frá sámiskum elektro joik, um karelskan power sang, til sprelskan sigoynaratonleik við big band og elgittarum.

Nú eru Føroyar á fyrsta sinnið komnar á listan. Tað er við útgávuni Travelling hjá Kristiani Blak & Yggdrasil (Tutl 2011). Útgávan verður lýst soleiðis:

Interpreter: Kristian Blak & Yggdrasil
Label: Tutl Records
Location: Faroe Island

Kristian Blak and Yggdrasil invoke nine shamanic journeys, in an eclectic collection of influences from South America, Greenland, American Indians, Inuits and of course the Cosmic Tree Yggdrasil itself. Blak's piano provides a constant backdrop for the meanderings of flute, strings, recorders and guitars in a mesmeric musical journey across the oceans of your mind.

Komandi tvey árini fara Kristian Blak & Yggdrasil á konsertferð til Grønlands, Kanada, USA, Nýsæland, Bulgaria og onnur lond, so heitið Travelling verðurliga kemur til sín rætt. Eisini tá vit fara aftur til útvarpsskránna veturin 1994-95. Tá hevði eg ferðandi tónleikasendingina Kuffertið, ein tíma hvørt mikukvøld, og havi síðani fingið mánaðarliga brævið við 20 teim bestu etnisku útgávunum, sambært EBU.

Tað vóru 11 útverpsvertir úr 11 londum, sum av persónligum áhuga fóru undir samstarvið í 1991. Nú eru fleiri lagstir afturat, men enn er samstarvið persónligt og krevur at tú gert eina ítøkiliga sending, skalt tú kunna viðmæla og veksla útgávur, sum eitt panel so tekur dagar ímillum og setur á listan við øllum upplýsingum um útgevara og innihald. Á henda hátt fara allar útgávur beint til starvsfelagar, sum geva tónleikinum airplay og skapa eftirspurning í øllum Evropa. Og prísurin er bara eitt frímerkið ella atgongd til download.

Niðanfyri sæst samlaði topp 20 listin fyri november 2011. Føroyar eru nummar 12 við reisandi grønum píli: