14.11.11

Guðsnavnið er í fleirtali


Myndina omanfyri tók eg á Sunset Strip í Hollywood í 4. oktober í ár. Dagin eftir, tá vit vóru farin heim, varð fyrri partur av nýggja heimildarfilminum um George Harrison, Living in a Material World, frumsýndur á Home Box Office. 

Ikki hevði eg væntað at hesin drúgvi filmur, 208 minuttir, fann vegin til Havnar Bio mitt í Havn. Men so varð. Sunnukvøldið kl 18 var allur filmurin vístur við einum skrásettum steðgi. Klokkan var 21:50 tá liðugt var.

Sýningarstøð og mentapallar hava ta uppgávu at definera okkum sum partar av heimssamfelagnum og lofta teim mentanarligu tilboðum, sum har eru. Ymist er, hvussu hetta eydnast, tí høvuðsstaðurin er mest sum deyður. Men í løtuni eru tað Harrison og Oksanen.

Martin Scorsese er leikstjóri. Hann eigur annan av mínum yndisfilmum, Taxi Driver (1976). Umframt spælifilmar hevur Scorsese eisini gjørt væleydnaðar konsert-heimildarfilmar, sum The Last Walt (1978) um The Band og teirra vinfólk, og Shine A Light (2008), sum er ein konsert við The Rolling Stones.

Nýtt tilfar um The Beatles, sum ikki er sæð áður, fer beint inn hjá teim flestu á minum alduri. Longdin ger einki. Scorsese hevur eydnast at finna upptøkur og gera samrøður, sum ikki hava verið frammi fyrr. Umframt søguligar upptøkur úr samtíðini eru berandi partar nýggjar samrøður við Paul McCartney, Ringo Starr og George Martin. Úr tí privata hoyra vit nýggjar samrøður við konuna Olivia Harrison, og so við vinmannin, Eric Clapton, og konu hansara, Patti Boyd, sum er fyrra kona Harrisons og upphavið til tveir rockklassikarar, Layla hjá Clapton og Something hjá Harrison. Sæð í mun til longdina á filminum stendur hesin partur eitt sindur veikur.

Vit fáa innlit í eina sjáldsama leitandi sál, sum í ringasta rokkmeldrinum lat upp fyri einum nýggjum perspektivi – tí andaliga. Vit fylgja kaospilotinum Harrison, hin fyrsti at skipa fyri vælgerandi konsertum í 1971, til frama fyri Bangladesh, langt innan Band Aid. Og so fylgir vinurin Ravi Shankar eisini við. Og so koma hinir vinirnir, Monthy Python, sum bráddliga missa fíggingina til The Life of Brian (1979). Harrison leggur støðið undir Hand Made Films og tykist hava funnið nýggjar leikbrøður, sum eisini fevna um skotska kappkoyraran Jackie Stewart. Og ikki minst tá hann skapar The Traveling Wilburys. Her hómi eg eina loysta undirlutakenslu frá Beatlesdøgunum, har stilli Beatelin, the quiet one, fríur og floygdur, fær fótin fyri seg og sleppur at seta skránna og spæla. Aldur kemur til øll, ið bíða.

Men bestur er Harrison, tá hann loysir úr lagdi alt tað, hann hevur savnað og ikki fingið við á Beatlesplaturnar, serliga tær seinastu. Hann møtir sjáldsama amerikanaranum Phil Spector og All Things Must Pass kemur út. Fantastiskt. Bestur er hann í lameterandi sanginum Awaiting on you All. Tað fantastiska er at seta guðsnavnið í fleirtal: By chanting the names of the lord. Men ikki kann hann halda sær, ertarin og revsarin Harrison, sum í endanum nevnir partabrøv pávans. Jú, hetta er hin stilli Beatlin, sum eina løtu hevur vaksið seg til hin størsta.

You don't need no love-in
You don't need no bed pan
You don't need a horoscope or a microscope
To see the mess that you're in
If you open up your heart
You will see what I mean
You've been polluted so long
Now here's a way for you to get clean

By chanting the names of the lord and you'll be free
The lord is awaiting on you all to awaken and see
Chanting the names of the lord and you'll be free
The lord is awaiting on you all to awaken and see

You don't need no passport
And you don't need no visas
You don't need to designate or to emigrate
Before you can see Jesus
If you open up your heart
Then you'll see he's right there
Always was and will be
He'll relieve you of your cares

By chanting the names of the lord and you'll be free
The lord is awaiting on you all to awaken and see
Chanting the names of the lord and you'll be free
The lord is awaiting on you all to awaken and see

You don't need no church house
And you don't need no Temple
You don't need no rosary beads or them books to read
To know that you have fallen
If you open up your heart
Then you will know what I mean
We've been kept down so long
Someone's thinking that we're all green

And while the Pope owns 51% of General Motors
And the stock exchange is the only thing he's qualified to quote us
The lord is awaiting on you all to awaken and see
By chanting the names of the lord and you'll be free