11.11.11

Vit telja inni, vit telja úti



Øll telja við. Kúluramma til vaksin á kinesisku matstovuni Nantong og ein litríkari til børn í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn (Myndir: Birgir Kruse)

So er Manntal. Fólkateljing í øllum landinum. Fryntlig fólk ganga hús úr húsi at seta á blað nakrar grundleggjandi upplýsingar. Meir enn trý áratíggju síðan síðst. Eg hevði verið fegin um at nakar, privatur ella almennur, tímdi at fara undir hesa sjálvsøgdu uppgávu í nútíðarsamfelagnum. Men nógv eru óð. 'Nei, her býr eingin maður', hoyri eg eitt kvinnumenniskja siga í einum mannatúni í Havn og ripa hurðina í lás fyri nøsini á einum forfardum teljara m/k. Ein kvinna pikkar á dyrnar og vil selja kalendaran hjá Esmar fyri seksti krónur. Nei, ikki í ár. Dimma sannførir meg út á dagin um at konfliktjournalistikkur hevur fingið fastatøkur á føroyinginum. Og á portalinum kann eg lesa um at Edmund sigur í Fólkatinginum at løgmaður kemur skjótt og at stjórnarskipanin er skrotta. Lukkutíð stendur til høgru á sama portali, at føroysk sápa fæst til føroysku náttúruna. Tað var gott. Eg fái ondina aftur og gangi føroyskt reinsaður út í kosmiska morgunmyrkrið ellinta í ellinta í ellivu. At arbeiða og telja - inni og úti. Gott manntal, menn og kvinnur.