8.11.11

Tá politikkur gerst menniskjansligur


Helst eru hendur sterkastu og mest sjónligu amboð í politikki. Og eisini tey veikastu. Ella í hvussu er tey fyrstu at vísa, hvar politikarin er á maktleiðini, á tindinum ella í dalinum. Meðan politiska dýrið Berlusconi hevur gjørt tey frekast hugsandi tekin við hondini, er tónin og atferðin í dag ein onnur. Myndin av honum er tikin í italska tinginum í dag. Berlusconi hevur tapt og søkir av handahógvi um eina hjálpandi hond frá síðumanninum, Uberto Bossi, formaður í Liga Nord. Men hondin, sum er omaná, er enn aktiv. Hvat merkir hetta retoriska handatak?


Í dag tørnaði danski Anders Samuelsen fyri í sjónvarpinum har í landinum, óður um at skandalupressan hevur avdúkað og spunnið eina vemmuliga søgu um at hann hevur hjálpt einum persóni úr djúpari narko-skuld í donsku undirverðini. Skuldarin, sum hann hevur hjálpt, er hansari egni sonur og áognararnir eru Hell's Angels. UG til Anders, sum fyrst og fremst er pápi og síðan politikari, men dumpikarakter til donsku pressuna, sum sigur seg tryggja fólkaræði, men í veruleikanum forfylgir persónum og skapa haturssøgur, bara at selja fleiri bløð. Men málningar í glas og rammu kunnu eisini seta politikarar og embætisfólk í annað ljós.


Í Degi og Viku í kvøld spyr Jan Lamhauge løgmansstjóran, Marjuna Hanusardóttir, um aktuellu løgfrøðilgu kanningina av hennara fyrisiting. Hon er ikki sannførandi, Marjun. Hon roynir eisini at gera spyrjaran ósannførandi. Tá hefti eg meg við at hon situr undir einum Mikines-málningi og komi í tankar um eina nýggjársrøðu hjá løgmanni, við einum øðrum Mikines-málningi á vegginum í somu húsum í Tinganesi. Og ikki eri eg liðugur at hugsa henda tankan um politiskt trúvirði, tengt at Mikines-málaranum, fyrr enn løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sæst á skerminum. Hvørt tað er beinleiðis kann eg bara gita um, tí Kringvarpið setir ikki nakað frámerkið á skermin. Men helst er tað beinleiðis.


Úr gongini á Gamla Apoteki á Vaglinum í Havn sigur løgmaður frá um samgongusamráðingarnar, sum hann einsamallur og uttan Mikines-málning, málar fram fyri okkum sum ein túrur úr Sørvági út til Mykinesar. Sannførandi myndamál, sum er í fleiri løgum. Fyrsta er at løgmaður er skipsførari og kennir til sigling inni undir landi. Sannførandi. Síðani tann privata og ósagda søgan, sum hongur uppi við og elvir til eina ótilgjørda samkenslu í almenna rúminum. Tvífalt sannførandi, uttan at orð er grett. Spennandi og hugvekjandi tá politiskir persónar og politisk mál fara út um turrisligu karmarnar og gerast menniskjanslig við einum greiðum myndamálið, sum talar beint til veljaran. Bravo, løgmaður. Men hov, okkurt manglar. Tað byrjar við p...