12.11.11

Villanellur á Mortansmessu



Sum sæst á myndunum komu Carli, Hallstein og Anna Doris á vitjan. Eftir prát um manntal nýtti eg høvið at fáa Carli at lata upp ársins sjálvgivnu gávu, ellivu fløgur við Dylan Thomas (1914-1953), keyptar í City Lights Bookstore í San Francisco í september. Jólini nærkast, so hetta var gáva, ið dugdi eitt fríggjakvøld í Havn. Og so foor frá. Rage, rage against the dying of light í villanelluni til doyggjandi pápan Do Not Go Gentle Into That Good Night. Kendi yrkjarin úr Wales doyði 39 ára gamal í New York, har hann búði á Chelsea Hotel. Og eg hugsi um at tað eru lítið tekkiligar fyrimyndir at hava í tónleiki og skaldskapi; Hank Williams, Gram Parsons og Dylan Thomas. Men tað er ein sjáldsama ríkandi fragd at lesa og hoyra teirra avrik og traðka í teirra seinastu jarðisku fet. Enn liva teir á fløgu og í bókum. Enjoy, enjoy!