Skip to main content

Einogtjúgundi desember


Einogtjúgundi desember og støðugt lækkandi sól yvir Havnini. Í gjár fór eg út í Kjøtbúðina hjá Otto Reinert í Akranesgøtu at keypa tríggjar rullupylsur, sum Sámal handaði mær í gongini. Helst heimsins bestu av sínum slag. Koyrdi heim aftur í býin og steðgaði við Landsjúkarhúsið, sum sólin fangaði eina løtu innan hon fór undir Kirkjubøreyn, meðan tíðindini enn ganga og klokkan neyvan slóg hálvgum eitt. Koyrdi oman í Sandágerð.


Framsíðan á Dronning Alexandrines Hospital, sum Tórgarð teknaði í 1919, og grønklædda Landssjúkrahúsið glampaðu eina løtu í lágu vetrarsólini, eins og oljutangarnar á Viðarnesi og fraktkonteynararnir á Molanum. Meðan eg fangaði seinastu strálur, sum raktu Landsjúkrahúsið, flugu seks villgæs framvið og settu seg á bøin.


Hóast luftin er frostklár og alt er reint og óspilt, hongur politiska skæddan tung í luftini yvir høvuðsstaðnum. Nú gerst ikki myrkari. Seinrapartin í dag verður aftur larmandi mótmæli undir Tinghúsinum.


Jóan Pauli Joensen, professari, skrivar í hesum sambandi á Facebook um veikleikans treiskni. Hann siterar Hans Paula Johannesen, sum í bókini Jól á Halanum (1989) sigur, at tað ringasta veðrið var ivaveður, tá ein ikki visti um ein skuldi kasta ella ikki. Um íkomnu politisku støðuna, sigur Jóan Pauli, at vit í Føroyum so avgjørt eru í einum slíkum politiskum ivaveðri.


“Tað tykir mær eisini sum teir, sum í løtuni mynda landstýrið, bera brá av veikleikans treiskni. Tað átti at borið til at lurtað eftir fólkinum og givið sær tíð til at hugsa seg um, so vit fáa skilagóðar politiskar loysnir, sum eru okkum øllum at gagni og sum tæna landi og fólki og ikki trumfað nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl eftirkannað. Tann ótryggleiki sum nú valdar, kemur ikki at føra nakað gott við sær og kann koma at skapa ruðuleika í landinum. Óvissa og ivi er ikki gott fyri fólk. Løgmaður hevur eina stóra ábyrgd,” sigur Jóan Pauli Joensen.

Niðanfyri sæst frysta brúgvin á Fiskanesi í 1959, tá teir leitaðu eftir Hans Hedtoft. Myndin er úr bókini Jól á Halanum (Óli Breckmann 1989). Ein ímynd av politiskari leiðslu beint nú. Brúgvin er avísað, einki sæst og skútan er um at koppa av klaka.