Skip to main content

Ellinti desember


Nú toyar. Sólin er frammi eina løtu á middegi og skínur á Tórsbyrgi og Lágargarð. Á hesum leiðum eru vit so heppin at hava tvey ellis- og røktarheim sum næstu grannar, Lágargarð og nýggja Boðanesheimið. Veit ikki, hvønn týdning tað fær fyri býlingin, at verða umgyrdur av ellisheimum.


Býlingurin liggur soleiðis fyri, at hann er millum bygd og bý. Tú kanst ganga av vegnum úti við Strond og niðan í Fútalág og eftir lítlari løtu vera í býnum. Ella hin vegin. Úr býnum og út á bygd. Nógv fremmandafólk ganga henda túrin við hundi gjøgnum Tórsbyrgi. Og í tiðnandi kavanum skapar hundalortur ein heilt egnan grafikk.