Skip to main content

Fimtandi desember

So er fimtandi desember. Kalt, men kavin er mest sum burtur og koyrandi er alla staðni. Saltað er so mikið í Havn, at í gjárkvøldi mátti eg vaska bilin, sum var hvítur upp á hálva síðu. Og gangandi er nú har, sum regnið hevur skolað alt burtur. Soleiðis fáa bæði bileigarar og fótgangarar sítt og kunnu lesa Under vejr med mig selv (1956) nú yrkjarin verður 80 og hevur givið út fleiri enn 160 bøkur. Í dag kemur yrkingasavnið Stederne. Tað skal eg hava fatur á.


Á Kongaliga bókasavninum hava tey fingið handrit Klaus Rifbergs til fleiri skaldsøgur og yrkingasøvn, og serliga í seinna førinum er áhugavert at síggja, hvussu hann skrivar í hond og beint fram, uttan at rætta. Ein fantastiskur yrkjari. Niðanfyri er eitt skúlahefti, sum Rifbjerg hevur skrivað í tá hann var studentur. Á heimasíðuni hjá Kongaliga bókasavninum ber til at blaða í tí og lesa yrkingarnar, sum komu í Konfrantation (1960) og Portræt (1963).


Yrkingar nytta lítið at seta á borðið á jólum. Tá skal ljóma av øðrum. Og so verður. Norðan av Eiði kom Sigfríður í morgun við kjøti úr Kollinum, einum gimburlambi og einum veðurlambi, tikin í heyst í skorunum fyri norðan. Alt er skorið sundur, so nú er klárt at hanga upp í hjallinum. Eiðiskjøt verður gott at fáa undir tonna á jólum og nýggjárinum. Gleði meg at smakka Eiði aftur.


Og í kvøld er stuttfilmskvøld í Norðurlandahúsinum har filmurin hjá Anton Petersen Skýming (Silent Light) verður sýndur. Eg sá filmin á Nordische Filmtage í Lubeck í november. Hugtakandi filmur, sum við einum seregnum huglagi og Tarkovsky kveiktum myndamáli skrivar seg inn í longu røðina av aktuellum filmum um norðurlendskar menn og teirra trupulleikar, úti í fríu náttúruni og heima í klaustrofobiskum húsum. Filmurin varir hálvan tíma og hevur leingi verið í gerð. Flaggdagin í 2009 hitti eg Anton við upptøkuliði og leikarum í Nólsoy og tók nakrar myndir. Hetta er mest spennandi føroyski filmur síðani Passasjeren hjá Sakarisi Stórá. Hesir ungu dugnaligu menn mugu sleppa at gera film her heima.