Skip to main content

Fjórði desember


Middagssól í nýfalnum kava. Tað er annar sunnudagur í advent. Jólaligari verður tað neyvan, hóast Rudolf hevur sagt upp. Tað sigur Føroya Tele í eini sjáldsamari søgu um jólini, sum í ár eru komin í vanda. Ein fremmand story line, sum eg ikki hava hoyrt á føroyskum fyrr. Føroya Tele eigur øll okkara sambond við umheimin, so tey eiga at vita, hvat brýtur í klettin.


Dagsins brennidepil, focal point, er tó guli skrellikonteynarin á gamla Bukkevald við síðuna av kampingplássinum yviri við Strond. Í hvíta kavanum er hann stuttligur, serliga tá brímið slær í klettin og brýtur. Gult móti hvítum brimi av grábláum havi.