Skip to main content

Fjúrtandi desember


So er fjúrtandi desember og jólini nærkast í hvørjum. Tað merkist í postkassanum, útvarpinum og øðrum útsølum av øllum handa slag, serliga har tey venda sær til børnini. Neyðars foreldur, nú tilboðsskeltini gerast eins ágangandi og til valið. Her er tað guli veggurin á Sápufabrikkini 'Okkara', handan Háls, sum er prýddur við eini risalýsing frá jólabýnum í SMS. Tað er gott, tí so sæst minni til ljótasta bygning í Havnini, sum størsti skrivstovuspekulantur í býnum eigur. Og so er vit í altjóða jólabókmentunum hjá Dickens frá 1843 um Scrooge og tey. Hann mann krevja nakað lága leigu, tá bygningurin, sum í 1939 var prangandi modernaður, í dag sleppur at standa so ljótur so leingi. Nei, her eru eingi vakurleikans jól við landsvegin og ringvegin, sum førir inn til jólahjartað á Trapputrøðni í Havn.


Men hetta eru eisini dagar, har óvantaðar gávur falla úr erva. Í gjár boðaði mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, frá, hvør fær mentanarviðurslønir landsins í 2011. Teir eru rithøvundurin Jóanes Nielsen, tónleikarin Kristian Blak og filmslistarmaðurin Sakaris Fríði Stórá. Niðanfyri er Sakaris avmyndaður í týska marsipanbýnum Lubeck fyrsta vikuskiftið í november í ár, tá norðurlendsk fimstevna var har. Filmurin hjá Sakariasi Passasjeren (2009) er ummældur her á blogginum og Nám hevur gjørt uppgávur til filmin. Og tá Kristian Blak fylti 60 í 2007 varð bók givin út við heilsanum. Her er mín. Til lukku við jólagávuni, Sakaris, Jóanes og Kristian!