Skip to main content

Heiðrikur og Anton


Birgir og Heiðrikur tosa um film í Steinprenti (Mynd: Ole Wich)

Í 1974 skrivaði amerikanski tónleikaummælarin Jon Landau: "I saw my rock and roll past flash before my eyes. I saw something else: I saw rock and roll's future and its name is Bruce Springsteen." Í einum føroyskum filmssambandi kundi eg sagt nett tað sama um Heiðrik á Heygum og Anton Petersen hóskvøldið.


Birgir og Heiðrikur tosa enn um film í Steinprenti (Mynd: Ole Wich)

Heiðrikur átti tveir av seytjan stuttfilmum, sum hetta kvøldið vórðu sýndir fyri nógvum fólki í høllini í Norðurlandahúsinum. Alda Reyð, sum er tónleikavideo til sangin hjá Orka og Needle and String, sum er fylgifilmur til samnevnda sangin hjá Heiðriki sjálvum. Meistarligt í báðum førum. Episkt grípandi í fyrra førinum og konsist vundið uppá tráð í seinna førinum.

Fyrra avrikið førir okkum hálva øld aftur. Í brekkuni leita fólk við lummalykt eftir burturblivnari gentu meðan mjørkin rullar oman úr homrunum. Storytelling og rokkvideo sum hjá Sigur Rós, einki minni. Gentan liggur druknað í eini tjørn, við reyðum flættum uppundan. So livnar í homrunum og mannligar verur gerast livandi og draga hana til sín.

Seinna avrikið er stutt og avmáld søga, sangur um kropp og vevnað, ítøkiligur og einfaldur við spunnum tráði. Djúpar fokuseringar av tráðnum, klipp og so frástøða og innvavt andlit og enn størri frástøða og so er liðugt. Ikki eitt millisekund ov nógv. Fyrst væl sungið, síðani væl fokuserað og at enda væl klipt. Og alt samalt so væl vigað at her flýtur einki yvir. Fult skeppumál, sum tey høvdu sagt ta tíðina, fyrri filmurin lýsir.


Birgir, Kinna og Heiðrikur tosa meir um film (Mynd: Ole Wich)

Retro er ikki partur av søguni Skýming hjá Anton Petersen. Hetta er hálvan tíma drúgv samtíðarsøga um eitt par, Hjalmar og Almu, har vit fáa innlit í mannliga partin og hansara knýti til barnaárini og náttúruna, sum altíð er vát, regndryppandi og aldubrótandi. Í hesum parti kann eg ikki bara mær at lesa frásøgusnildi hjá Tarkovsky inn í søguna. Og hon riggar, søgan hjá Anton. Hugtakandi og fulfíggjað í hvørjum smáluti.

Føroyskur stuttfilmur hevur nátt nýggjar hæddir, fyrst við Sakarisi Stóra og nú við Heiðriki av Heygum og Anton Petersen. Nú kann føroyska filmsframtíðin bara koma.


Upptøkulið og tríggir leikarar hjá Anton Petersen (Mynd: Birgir Kruse)


Øll skráin við krutli í biografmyrkrinum (Mynd: Birgir Kruse)