Skip to main content

Leygardagur í Havn



Fyrsti leygardagur í desember var hendingaríkur í Havn. Ein stór fjøld gekk niðan á Vaglið at mótmæla politisku ætlanunum um at seta í gildi flatskatt, so øll rinda 40%, og at skatta eftirlønir beinanvegin sum tær verða settar á kontu hjá antin Lív ella Betri Pensjón. Nógv fólk og nógvir røðarar vóru komin saman at geva ljóð. Benjamin Petersen sang og spældi meðan teir í Gypsy Train høvdu kollveltingarliga nevan á lofti. Bestu røðuna helt Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Meðan røðan gekk, hómaðist løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, koma niðan á Vaglið eftir Mylnugøtu í bláum termojakka. Við Útvarpið og Sjónvarpið segði hann at her var lítið fólk og mest sum einki úr Sandoynni.


Eftir mótmælistiltakið, ið eg metti sum rættuliga fjølment, fór eg oman í Vágsbotn og niðan móti Jomfrubakken til gamla súkkluhandilin hjá André Andrésen, har Gunnar Dahl Olsen og Alfred Hummeland í dag lótu upp nýggjan súkkluhandil. Gunnar sýndi fram eina myndarøð, sum fyrrverandi súklarin og núverandi myndamaðurin, Absalon Hansen, hevði tikið á Norðoyastevnu í 1993, har Gunnar var við. Millum súklurnar, hann vísti fram í dag, var ein praktisk Giant Half Way fyri 5000 kr, sum kundi leggjast saman og lættliga takast við á ferðini, antin tú flýgur, koyrir ella siglur.



Á Skálatrøð var listaframsýning við øllum teimum, sum í ár hava prentað á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Carl Jóhan Jensen hevði til høvið skrivað og eisini savnað nakrar góðar tekstir, onkur eisini við politiskum broddi.


Millum listafólkini á Skáltrøð í dag var Hansina Iversen, sum prátar við Jan Andersson, leiðara á grafiska verkstaðnum, og sum eisini signeraði prent til limir í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti.