Skip to main content

Níggjundi desember


Níggjundi desember við frosti og nógvum vindi frá morgunstundini. Í Stoffalág verði eg mintur á vónleysa stríðið hjá smámanninum móti stórkapitalinum í jólamánaðinum í Havn. Eftir hálvum ári hevur Okkara handil givið upp andan. Nú er eingin sjálvstøðugur handil eftir í Havn og Katrina Christiansen er blivin fornminnissavn í Bringsnagøtu. Tað reina Disney. Í 2009, tá Havnin fylti 100, fekk eg hesa mynd av Halldóri Christiansen við petroleumspumpuna og diskin hjá Katrinu.


Her uppi á Lützenstrøð er tó morgunbreyð og kaffi fyri starvsfeløgunum. So eru tað Námstíðindi um metsølubøkur, kristniritstjórnan og fundur um nýtt Føroyakort. Og klokkan fýra er tað kjak og ummæli av Moldvarpi Føroya í útvarpssendingini Útsýn hjá Kára Sólstein. Spennandi dagur hóast ringasta veður. Kanska mest tí at fólk eru so giraði til jólafrokost, sum Mentamálaráðið letur dyrnar upp fyri longu klokkan fimm.


Maturin er frá Oddvør og eg havi frætt, at Dorit, sum sæst omanfyri í middagsljósi, verður borðstjóri. Og í morgun kunngerð verturin, mentamálaráðharrin, útbyggingarætlanir á Tekniska skúla norðuri í útgerðarstaðnum Klaksvík. So tað verður ikki óinteressant við kaffiborðini her suðuri í Kontórshavn, hetta valskeiðið, livst, so spyrst. Niðanfyri er ein mynd av forsíðuni á Sosialinum, sum longu fyri middag var á gøtuni í kavaklædda høvuðsstaðnum, nalvanum í tí vælsnarðaða vældøminum, tí einasta í Norðuratlantshavi.