19.12.11

Nítjandi desember


Nítjandi desember og jólini nærkast í hvørjum. Myndin omanfyri er tikin á Hvítanesi klokkan hálvgum tíggju. Hoyvíkshólmur sæst miðskeiðis í myndini og baksýni Nólsoyggin, sum fevnir alla Havnina. Myndirnar niðanfyri eru tiknar við halogenljósi frá bilinum fremst fyri um somu tíð. Fyrst síggja vit oman móti Hvítanesi og síðani av Hvítanesi og norður móti Kaldbaksnesi og kavaklæddu Eysturoynni.


Hvønn fríggjadag lesi eg Høgna Djurhuus í Vikuskiftissosialinum. Hesuferð skrivar hann millum annað um jólagæs:

"Jólagæsnar vita ikki, at teirra jóladagar eru taldir. Og so knarra vit um, at jólaaftan er leygardagur og jóladagur sunnudagur. Arbeiðsgevarajól. Jólini eru yvirtikin og doypt og fermd. Gud ræður, hvar vit drekka okkum skít næsta jólaaftan. Ársins kulinariska lágmark, jólaborðhaldið, hevur verið. Tað kemur so ikki frá sendistovu Guds, men úr einum øðrum suvereniteti, sum hjá nógvum er næst himmiríki, Danmark."

So er tað sagt. Fyrsta gásamyndin niðanfyrin er tikin við Syðradalsvegin á heysti 2008, gæsafamiljan er avmyndað í Norðradali á sumri 2010 og svimjandi gæsnar við ungum eru avmyndaðar á Lützenstrøð í summar.


Kári Thorsteinsson, sum úr Søldarfirði skrivar Heimabeitið, endurgevur Ditlev Hammer í Hovi sum ein sannan gásamann:

"So leingi, sum fólk hevur búð í Føroyum, hevur gásin verið ein partur av kosti føroyinga, tí gæs áttu mangastaðni og í hópatali her á landi, tá tey fyrstu fólk búsettust í oyggjunum. Tað bera tey mongu staðarnøvnini, har gás er ein partur av navninum, boð um."

Danska morgunsjónvarpið TV2 hevði í morgun smakkiroyndir og borðreiddi við altskyns rættum til jóla. Tey vilja hava fólk at skriva inn á eitt landakort, hvat tey eta á jólum og hvar. Danska kortið er longu tættpakkað og til ber at hyggja nærri í stóru býunum.



Omanfyri sæst, hvat verður etið á jólum, sambært danska TV2. Fiskur er við á matskránni, hóast ikki ræstur og neyvan við sperili. Tá saman um kemur munnu føroysku jólaborðini neyvan víkja so nógv frá teim donsku. Men Føroyar eru eisini við á samvirkna matkortinum. Umframt mín reyða prikk, sum merkir dunnu í Havn á jólum, so hevur ein annar føroyingur sett ein reyðan prikk fyri sama rætt í Norðstreymoy.


Men afturvið jóladøgurðanum, antin tað er antarfuglur ella ikki, skal okkurt gott drekkast. Hvørt ár koma tey frá Føroyaprenti við góðum reyðvíni. Hesuferð hevði Hansina, vegna tey 25 starvsfólkini í fyritøkuni, ein vakran lepa við, har skrivað er um avrik í farna árinum og stavnhald fyri komandi prentvirksemi verður kunngjørt:

"Mál okkara fyri 2012 er at framleiða enn fleiri føroyskar bøkur, og økja áhugan fyri prentaða boðskapinum. Geva íblástur og hugskot, sum skapa virkisføri og minni tíðarspillu. Framleiða prentlutir, sum fanga móttakaran og eggja honum at lesa boðskapin, sum tú gert nú.. Men mest av øllum, ynskja vit gott samstarv við teg og allar okkara trúgvu kundar, sum hava tryggjað 25 fólkum arbeiði í brátt farna ári. Við tøkk fyri gott samstarv, ynskja vit tær eini gleðilig jól og bestu eydnu í 2012."


Hansina við jólagávuni frá Føroyaprenti. Niðanfyri sæst væl orðaða, og ikki minst prentaða, heilsanin. Jú, tey á Føroyaprenti duga at røkja kundar. Eg takki fyri gávuna eins og gott og hugnaligt samstarv í tí farna. Nú kunnu jólini skjótt koma.