25.12.11

Tað tekur leyst


Hetta er útsýnið í litum og svart-hvítum av terassuni í Tórsbyrgi fyri klokkan fýra í dag. Nólsoyggin dagar undan av og á og Nólsoyarfjørður er vundin upp í skúm og hvítur froyður liggur omaná sum eitt surrealistiskt teppi, ið flytir og snurrar seg alt eftir ættini. "Tað tekur leyst", sum Ivan sigur. Hesin fjørður er ikki sæddur hiðani fyrr. Vónandi spælir tað væl av kring landið. Sambært veðurstovunum rakar ódnin nógv harðari í Suðuroynni, í Norðoyggjum - og á Ambadali!