Skip to main content

Sekstandi desember


Sekstandi desember og skúlafólk fara heim í jólafrí, tá hesin dagur er av. Onnur mugu stríðast eina viku afturat. Ójavnt er býtt. Sama er við døgum og tímum. Ójavnt er býtt. Eina løtu klárt og næstu løtu samandrigið. Tjaldmeistarin í biohøllini á heimsins enda hevur nógv at gera hesa ársins tíð. Ovara myndin er tikin við gomlu Hoyvíkina, omanfyri Royndarstøðina, sum nú er blivin so gomul at hon er Fornminnissavn, við útsýni móti Borðuni og Glyvursnesi. Niðanfyri sæst meir av sama útsýni av Sundsvegnum um somu tíð, klokkan ellivu fyrrapart.



Meira um litfagran himmal og fjallatindar. Í dag fyllir Paramount Pictures hundrað. Nýggja búmerkið verður avdúkað í dag, nú filmurin Mission: Impossible - Ghost Protocol verður frumsýndur í USA. Havnar Bio sýnir filmin 26. januar 2012. Búmerkið, sum stavar frá 1916, sýnir Wasatch fjallarøðina á markinum millum Utah og Idaho. Hundrað ára búmerkið verður brúkt alt næsta ár.


Og nú vit eru við klassiskan film, so skal eg viðmæla Straw Dogs (1971), sum DR2 vísir í kvøld kl 22:00. Ein Sam Peckinpah søga um harmoni og harðskap á heimrustini, fyri ikki at siga í heimliga húsarhaldinum. Sum videohúsin á niðru myndini sigur: In the face of every coward burns a Straw Dog.