Skip to main content

Seytjandi desember


Mind the Gap eru fyrstu boð, tú hoyrir, tá tú trýnir á jarnbreytarpallin í London. Býr ein í Havn og trýnir út á náttúrupallin fyrrapartar hesa ársins tíð, er vert at leggja sær ensku boðini í geyma. Mind the Gap. Ansið eftir gloppinum. Gloppinum millum Borðuna og Glyvursnes. Myndirnar omanfyri eru tiknar klokkan hálvgum ellivu í morgun av gøtuni, sum bindir Tórsbyrgi, Fútalág og Tórgarð saman. Myndin niðanfyri er tikin í Heathrow í London í januar.


Meðan kaffi rennur heitt afturvið Rót og Rútmu, liggur ein tungur ræstur deymur yvir alt húsið. Visti eg ikki betur, hevði eg fingið illgruna um niðurgrivin lík í eini Stephen King søgu. Eftir ræstan døgurða, kjøt og súpan, í gjárkvøldið má eg fara at seta edik fram at taka luktin.


Og nú vit eru við matin, so má eg líka seta hesa mynd inn eisini. Tað er starvsfelagin Marjun, sum hevði so frálíka góða og væl skorna turra grind og spik við til eina hugnaløtu á arbeiðsplássinum innan vit fóru heim í gjár. Og tað stuttliga er at hon hevur tikið boðini frá Pál Weihe í álvara og sett deyðningahøvd við nissuhugvu á bæði grind og spik. So eru tit ávaraði.