Skip to main content

Skomm, sigur Dimma


Í oddagrein í dag sigur Dimmalætting at hetta er skomm. Skommin er brævið, sum formaðurin í Løgtingsins Fíggjarnevnd hevur sent Føroyanevndini, Færøudvalget, í danska Fólkatinginum fyrr í hesum mánaðinum. Dimmalætting sigur í oddagreinini: "Vóru vit í tíðini undan heimstýrislógini, so var hetta slag av brøvum kanska ikki ókent, men ídag er brævið beinleiðis skelkandi og sera niðurgerandi fyri Føroyar."

Brævið, sum rópast "Orientering til Folketingets Færøudvalg", fevnir á níggju níðingssíðum um hesar fýra tættir:

Baggrundsinformationer om og scenarier for tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre

Tilskuddets betydning for Færøernes økonomi – herunder Sundhedsvæsen

Overblik over Færøernes økonomi og samfundsforhold – herunder en sammenligning mellem Danmarks og Færøernes skattesystem

Konklusioner

Brævið byrjar við hesum orðum: "Undertegnede fik 02.12.2011 en anmodning fra Folketingets Færøudvalg om at komme og orientere udvalget om statens tilskud til Færøernes Hjemmestyre og dets betydning for Færøernes økonomi og landskasse."

Brævið endar við at staðfesta, hvør undertegnede er og hvussu hann er at hitta. Serliga teldupostadressan er margháttlig, tá vit hugsa um at hetta er fíggjarnevndarformaðurin, ið skrivar og analýserar: bsn@vodafone.fo

Tað kann ikki merkja annað enn at landsins týdningarmesti finansfúrsti samskiftir við umheimin av arbeiðsplássinum Vodafone. Soleiðis hissini. Vónandi er arbeiðsgevarin greiður yvir frítíðarvirksemi hjá starvsfólkunum á samskiftisfyritøkuni.


Mest margháttligi tekstur í hesum brævi er tó fjórði partur, Konklusioner. Har verður tikið soleiðis saman um:

"Ovenstående økonomiske fakta viser bl.a. at den politiske beslutning om at reducere tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre samt bortfaldet af pristalsreguleringen har over tid haft en betydelig negativ indflydelse på Færøernes offentlige økonomi. At Færøerne har mistet indtægter i milliardklassen, at hvis tilskuddets lave niveau samt ”fastfrysningen” af pristalsreguleringen fastholdes, forværres den negative indflydelse på Færøernes økonomi, at sundhedsvæsenet rammes særlig hårdt, og borgere på Færøerne oplever og får en stadig forværret service, at de voksende udgifter til sundhedsvæsenet belaster landskassen mærkbart, idet tilskuddet til bl.a. sundhedsvæsenet fastholdes på samme niveau år efter år, at reallønnen er lavere, og det er dyrere at leve på Færøerne end i Danmark, at skattetrykket på Færøerne er højere end i Danmark og resten af Europa, og at færingernes levestandard er generelt lavere end danskernes, at Færøerne har over en 10 års periode oplevet en stilstand i befolkningstilvæksten, at ovenstående økonomiske fakta underbygger Færøernes Landsstyres ønske om at størrelsen af tilskuddet til Færøernes Hjemmestyre ajourføres, så det fremover bedre afspejler de faktiske udgifter til de bloktilskudsfinansierede områder, at der ligger en stor politisk værdi i, at Folketinget og Regeringen imødekommer Landsstyrets ønske om at ajourføre tilskuddet. Der er fare for en underminering af systemet, hvor Staten tilskudsfinansierer visse områder, at den politiske risiko ved at afvise Landsstyrets ønske om at ajourføre tilskuddets størrelse er betydelig og vil over tid udgøre en forringelse af tillidsforholdet i Rigsfællesskabet."



Skilligt er at brævið er skrivað eftir bestu sannføring, men hetta er so sjáldsamur tekstur í føroyskum høpi, at eg fái hug til at leita aftur til Rudyard Kipling, tá hann í bestu meining í 1899 yrkti White Man's Burden, fyri at skilja innihaldið og missiónina yvirhøvur at senda tílíkt bræv av landinum í dag. Myndin omanfyri er av permuni. Kanska kunnu bókmenta- og søgufrøðingar geva eitt nágreinari boð í so máta.


Brævið hevur fingið ilt í fyrrverandi tingformannin, Hergeir Nielsen, sum skrivar soleiðis á Facebook: "Hvat billar tú tær inn, Bárður Nielsen? Tú ert í ferð við at taka skipaðar reglur í føroyska fólkaræðinum av fótum. Tú hevur onga fólkaræðisliga atgongd til aðra stjórn ella annað fólkaræðið sum formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, og so slettis ikki uttan í heila tiki at viðgera málið í nevndini frammanunda atsókn tíni. Gerðabókin hjá fíggjarnevnd løgtingsins umrøður als ikki hesa níðingsger tína. Harafturat noktar tú tíni egnu fíggjarnevnd at viðgera álvarsmálini, ið uppi eru, og sum løgting okkara føroyinga skal viðgera. Álvaratos - rætt er, at tú sum einasti føroyingur varð headhuntaður inn í íslendska casinobúskapin, men lat nú ikki hesar ivingarsomu royndir tínar skammloypa okkum øllum út í óførið."


Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer, tí Jenis av Rana upplýsir at hvørki hann, hansara flokkur ella samgongan yvirhøvur standa aftanfyri brævið hjá Bárði Nielsen: "Vegna Miðflokkin vil eg hervið boða frá, at brævið, skriva í besta sambandsstíli, er Bárðs egna og umboðar hvørki hugsanir samgongunnar ella Miðfloksins," sigur Jenis í brævi til fjølmiðlarnar.

Føroyskur politikkur hevur við Facebook og almennum innliti fingið nýggjar møguleikar at skapa sjónligheit, oftast uttan nakran spunasmið yvirhøvur. Men eftir hetta bræv stendur spurningurin: Hvussu leingi ber til at stýra Føroyum í einingi?